info
Ongi úrslit

Miðnám í Vestmanna: Aliútbúgving við læruplássi

– Yrkisútbúgvingin, sum nú verður fyrireikað á Miðnámi í Vestmanna, er ein útbúgving til alarar. Hetta verður ein klassisk yrkisútbúgving við lærusáttmála, sigur rektarin, Magnus Gaard.

Vilmund Jacobsen
7. mars 2022 kl. 20:30

LESTRARBLAÐIÐ í Sosialinum 2022

Tað var í 2013, at fyrrverandi Fiskivinnuskúlin – nú Miðnám í Vestmanna – gjørdist partur av gymnasialu miðnámsútbúgvingunum við tilfeingisbreyt. Tilfeingisbreytin er serlig breyt, har lærugreinirnar – tilfeingi og tilfeingisfrøði – mynda profilin hjá skúlanum í breiðari merking.

Eftir summarfrítíðina er ætlanin at byrja eina nýggja og serstaka breyt á skúlanum, sum eisini vendir sær til tilfeingisvinnurnar. Hetta verður ein yrkisútbúgving til alarar við lærusáttmála.

ROYNDIR Í LEIKUM

Rektari á Miðnámi í Vestmanna er Magnus Gaard, og umsitingarleiðari er Eyðun Leo, sum hevur starvast á skúlanum í eina fjórðings øld. Báðir eru royndir í leikum og vita, hvussu yrkisútbúgvingar skulu skipast.

Rektarin er lívfrøðingur frá Keypmannahavnar Universiteti, og hann hevur eisini námsfrøðiliga útbúgving. Hann tók við eftir Jákup Andreasen, sum var ímyndin av skúlanum gjøgnum mong ár.

Á Miðnámi í Vestmanna eru nærlagdir og dugnaligir lærarar.

Retarin hevur drúgvar royndir í undirvísing, og hann er ikki ókendur innan miðnámsskúlaumhvørvið í Vestmanna. Í samband við breytaskipanina gjørdi hann eitt nú undirvísingartilfar til lærugreinirnar, Tilfeingisfrøði B og Tilfeingi A.

Miðnám í Vestmanna hevur eisini somu kravdu lærugreinar, sum eru á øðrum miðnámsskúlum kring landið, men í Vestmanna er tað tilfeingisbreytin - og nú ætlandi eisini aliútbúgvingin – sum bara eru her.

YRKISÚTBÚGVING FYRI ALARAR
Yrkisútbúgvingin, sum nú verður fyrireikað á Miðnámi í Vestmanna, er ein útbúgving til alarar. Hetta verður ein klassisk yrkisútbúgving við lærusáttmála á líknandi hátt sum við einari handverksútbúgving.

Magnus Gaard vísir á, at um tað fer at eydnast á fáa øll viðurskifti við aliútbúgvingini upp á pláss til heystar, tá skúlarnir byrja aftur eftir summarfritíðina, verður umsóknarfreistin her ein onnur enn 15. mars, sum er freistin til miðnámsskúlan annars.

Tað verður eitt avmarkað tal av næmingum – í mesta lagi 15 – sum vónandi longu í heyst kunnu takast upp til nýggju aliútbúgvingina.

– Tað eru vit, sum standa fyri innskrivingini til útbúgvingina og fleiri av teimum, sum koma inn í ár, eru longu í starvi í alivinnuni.

Havbúnaðarfelagið, sum umboðar alivinnuna, hevur víst nýggju breytini á Miðnámi í Vestmanna stóran áhuga, og útbúgvingin verður eisini skipað eftir tilmæli frá Yrkisútbúgvingarráðnum.

EIN VITANARTUNG VINNA

Føroyska alivinnan er lutfalsliga stór, og hon hevur velduga stóran týdning fyri samfelagið.

– Hetta er ein vitanartung og spennandi vinna, sum eisini útbúgvingarliga hevur tørv á at uppstiga nøkur av sínum mongu starvsfólkum.

Rektarin sigur seg vóna, at tað fer at ganga væl at reisa aliútbúgvinga á føtur, og hann vónar eisini, at undirtøkan fer at røkka longur enn til henda fyrsta umgangin, sum hann tekur til.

Í Vestmanna eru tey ógvuliga spent upp á aliútbúgvingina.

– Tá útbúgvingin er komin í gongd, verður tað vanliga vinnan, sum kemur við næmingum, soleiðis at skilja, at næmingarnir fáa ein lærusáttmála. Síðan verða tað vit, sum taka inn og skipa skúlapartin, sigur Magnus Gaard.

TILFEINGISBREYTIN

Sum nevnt í byrjanini, hevur Miðnám í Vestmanna frammanundan serstøku breytina, Tilfeingisfrøði B, sum næmingar hava í 1. og 2. flokki, og síðan er tann stóra lærugreinin, Tilfeingi A, sum næmingarnir hava í 3. flokki.

Tilfeingisbreytin er ætlað ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni. Breytin gevur næmingunum almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.

Á tilfeingisbreytini verður serliga undirvíst í náttúruvísindaligum lærugreinum á trimum stig- um, og breytin er serliga ætlað teimum, sum hava áhuga fyri náttúru, umhvørvi og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.

– Hetta er soleiðis ein grøn, gymnasial breyt, sum byggir á føroysku náttúruvirðini og sum gevur teimum ungu eina góða føroyska barlast, áðrenn tey fara uttanlands at lesa, sigur rektarin, Magnus Gaard.

VIÐURKENDI SKÚLIN

Skoðsmálini, sum Miðnám í Vestmanna fær, eru ikki til at misskilja. Hetta er ein góður, fjálgur, spennandi, kannandi, granskandi og viðurkendur skúli, og her er trivnaður millum lærarar og næmingar.

[email protected]

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Tey rokast í Skúgvi í dag

Í gjár kl. 16:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Minningarhald teirra sjólátnu kring landið í dag

22 minuttir síðan
Tíðindi

Tvey harðskapsmál fráboðað løgregluni

27 minuttir síðan
Tíðindi

Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sunnukvøldið kl. 18

28 minuttir síðan
Hondbóltur

Kjartan skoraði og legði upp til 10 mál

39 minuttir síðan
Tíðindi

Nógv fólk í býnum og nógv at gera hjá løgregluni

1 tími síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona misti sigurin seinastu løtuna

1 tími síðan
Tíðindi

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

2 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

2 tímar síðan
Tíðindi

Nærum fýra milli­ónir til hjálpar­arbeiðið hjá Reyða Krossi

2 tímar síðan
Hondbóltur

Ajax og Ejstrup/Hærvejen vunnu stórsigrar

4 tímar síðan
Tíðindi

Dómari vísir rættarmáli hjá Trump móti Wall Street Journal frá sær

9 tímar síðan
Fótbóltur

Landsliðsliðskiparin fekk reyða kortið

9 tímar síðan