info
Ongi úrslit

Ársins fiskiskip 2023 er sjósett í Turkalandi

Ein skipan er ment, har fiskur ella rækjur fara livandi úr trolinum og inn í móttøkutangar undir vatnlinjuni. Nýggi trolarin hevur eisini munandi minni Co2-útlát, enn onnur skip av somu stødd hava.

Vilmund Jacobsen
1. august 2023 kl. 07:02

Ársins Skip 2023, sum Skipsrevyen hevur tilnevnt og sum verður bygt til Noregs, varð herfyri sjósett í Turkalandi.

Skipsrevyen er størsta matitima tíðarrit í norðurlondum, sum hvørt ár tilnevnir Ship of The Year, sum heitið verður rópt. 

Skipið, sum sæst á myndunum, hevur fingið navnið Ecofive, og tað verður bygt á skipasmiðjuni, Norse Yard í Kocaeli, sum ikki er langt úr Istanbul í Turkalandi. 

Tað var á framsýningini, Nor-Shipping 2023 í Oslo í byrjanini av juni, at Skipsrevyen tilnevndi júst hetta fskiskipið, sum er 74 metrar langt, at vera Ship of The Year.

Bluewild AS í Ålesund eigur Ecofive, sum bæði tøkniliga og umhvørvisliga skarar framúr millum fiskiskip í heiminum.

Tað er Ulstein Design & Solutions AS, sum hevur teknað nýbygningin.

Ein skipan er ment, har fiskur ella rækjur fara livandi úr trolinum og inn í móttøkutangar undir vatnlinjuni. Fiskurin verður minni strongdur, tá hann ikki verður hivaður inn á dekkið, sum vanligt er á trolveiði.

Góðskan á vøruni verður eisini betur, tá fiskurin ikki er so strongdur og handfarin, áðrenn hann kemur til blóðgingar og framleiðslu á verksmiðjuni. 

Í tangunum, har livandi fiskur ella rækjur eru, er útskifting av sjógvi, og her er eisini ein skipan, sum syrgir fyri, at sjógvhitin er hin rætti, eins og eftirlit er við iltini.

Ístaðin fyri at brúka pumpur, sum pumpa fiskin upp á verksmiðjuna, er tað eitt yvirtrýst, sum syrgir fyri, at fiskurin kemur upp, og hetta verður eisini hildið at hava týdning fyri dygdina á lidnu vørunum.

Við tað, at fiskur ella rækjur eru livandi í móttøkutangunum, verður arbeiðið á verksmiðjuni eisini støðugari, og fiskurin liggur ikki deyður og bíðar eftir viðgerð.

Umborð í Ecofive kemur øll rávøran til sættis, og innvøli og avskurður fara til fiskaolju og mjøl. Soleiðis verður øll veiðan brúkt 100 prosent. 

Myndin er ikki tøk

Skrokkurin er sniðgivin soleiðis, at oljunýtsla og útlát av Co2 verða minimal. Skipið hevur eina flættaða skipan við hybrid diesel-elektrisk og diesel-mekaniskari orku til framdrift.

Mett verður, at sparingin í útláti í mun til eitt vanligt skip av somu stødd í minsta lagi verður 25 prosent - og undir ávísum umstøðum, tá trolað og framleitt verður, kann útlátið minkast niður í heili 40 prosent.

Kelda til hesa greinina er www.kystmagasinet.fo

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

21 tímar síðan

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

Í gjár kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Óli og Jóhan vóru toppskjúttar -Teis vann á Magnusi

14 minuttir síðan
Tíðindi

Beinir Johannesen: Vit hækka ikki skattir og gjøld hetta valskeiðið

25 minuttir síðan
Tíðindi

Forkunnugar vitjanir í Betesda sunnudagin

29 minuttir síðan
Hondbóltur

Burn: VÍF vann á Team Klaksvík

44 minuttir síðan
Hondbóltur

Natasja Hammer spældi dyst 15 dagar eftir barnsburð

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Füchse Berlin vann føroyingauppgerðina

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: KÍF vann stórsigur á EB

2 tímar síðan
Minningarorð

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 tapti stórt fyri Galychanka

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: USA spurdi um NATO-limaskap aftur fyri at fara úr Donbas

3 tímar síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona mátti lúta fyri toppliði á heimavølli

4 tímar síðan
Tíðindi

Grønland hevur avgjørt at flyta klokkuna aftur

4 tímar síðan