Kvinnurnar hjá H71 megnaði ikki at gera nógv við ukrainska liðið, Galychanka í fyrru sekstandapartsfinaluni í European Cup.
Fyrri dysturin endaði við stórsigri 37-22 til Galychanka, ið var á odda 19-11 í steðginum.
H71 brendi næstan helvtina av sínum málmøguleikum, 21 av 43.
Liðini spæla seinna dystin í morgin klokkan 13. Dystirnir vera leiktir í Póllandi skamt frá markinum til Ukraina.
H71-Galychanka 22-37 (11-19) - 1. sekstandapartsfinalan í European Cup.
Málskjúttar: Anna Elisabeth H. Weyhe 6/12, Sára Berg á Lag 5/9, Karin Egholm 4/5, Maria H. Weyhe 3/9, Lukka Arge 2/3, Lív Berg á Lag 1/1, Karina Heinesen 1/3.
Bjargingar: Maria Beder 12/49 (24,5 %).