Amerikanska sendinevndin hevur undir samráðingunum um kríggið í Ukraina sett spurningin, um Ukraina fer at taka seg úr Donbas, um landið verður limur í NATO.
Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sambært tíðindastovuni AFP.
– Amerikanararnir spurdu: Hvat um Ukraina verður limur í NATO? Fer Ukraina so at taka seg úr Donbas? Tað er fyrstu ferð, at hesin spurningurin er settur, sigur Zelenskyj.
Ukraina umrøður ítøkiligar trygdarveitingar frá NATO og ES, sigur forsetin. Um vesturlondini vátta hesar trygdarveitingar, fer hann at spyrja ukrainska fólkið, hvat tað heldur.
– Taka vit undir við tí? Eg havi ikki rætt til at taka ta avgerðina einsamallur, sigur hann.
Zelenskyj segði hetta fríggjadagin, men útsøgnirnar kundu sambært AFP ikki almannakunngerast fyrr enn í dag. Ógreitt er, nær amerikanska sendinevndin setti spurningin.
Fleiri fundir í vikuni
Sendinevndir úr Ukraina, Russlandi og USA hittust týsdagin og mikudagin í Sameindu Arabisku Emiratunum at samráðast um kríggið.
Hósdagin fóru amerikansku sendimenninir Jared Kushner og Steve Witkoff til Russlands, har teir hittu russiska forsetan, Vladimir Putin. Síðani fóru teir til Dublin at hitta Zelenskyj, sum var í írska høvuðsstaðnum í sambandi við ein toppfund í Evropeiska Politiska Felagsskapinum.
Ukraina hevur víst frá sær at lata land
Donbas er í eystara Ukraina og fevnir um landspartarnar Donetsk og Luhansk. Russiskt stuðlaðir loysingarmenn í økinum vóru í vápnaðum stríði við ukrainskar stjórnarherdeildir í átta ár, áðrenn Russland gjørdi innrás í Ukraina í stórum stíli í 2022.
Ukraina hevur higartil víst frá sær at lata landaøki frá sær sum part av eini møguligari friðaravtalu. Russland hevur kravt, at Ukraina letur Donbas og landspartarnar Zaporizjzja og Kherson frá sær, og at altjóða samfelagið viðurkennir Krim sum russiskt øki. Russland innlimaði ukrainsku hálvoynna í 2014.
Undir Donald Trump hevur USA higartil víst frá sær at stuðla ukrainskum NATO-limaskapi sum liði í eini friðaravtalu.
/ritzau/