Grønlendingar skulu aftur flyta klokkuna ein tíma aftur í mun til tíðina, sum teir hava havt seinastu árini.
Inatsisartut samtykti hósdagin endaliga, at meginparturin av Grønlandi frá 31. oktober 2027 skal fara aftur til tíðarøkið UTC-3.
Grønland fór í 2023 frá UTC-3 til UTC-2 fyri at minka um tíðarmunin til Danmark og restina av Evropa. Nú hevur grønlendska landstingið gjørt av at venda aftur til gomlu tíðina.
Broytingin merkir, at grønlendingar skulu flyta klokkuna tveir tímar aftur, tá farið verður frá summartíð til vetrartíð næsta heyst, í staðin fyri vanliga eina tíman.
Summartíðin verður varðveitt
Upprunaliga uppskotið frá Siumut fevndi eisini um at avtaka summartíðina í Grønlandi.
Men henda ætlanin varð broytt undir tingviðgerðini.
Í staðin hevur Inatsisartut givið landsstýrinum heimild at áseta reglur um summartíð. Enn er eingin avgerð tikin um at avtaka hana.
Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður, sigur við Sermitsiaq, at landsstýrið í fyrstu syftu fer at arbeiða við at flyta tíðarøkið aftur til UTC-3.
Hann hevur ongar ætlanir um at broyta summartíðina í næstum.
Lógarnevndin hevur mælt til at bíða eftir, hvat ES ger við summartíðina, tí ein sjálvstøðug grønlendsk avtøka kundi økt tíðarmunin til Evropa enn meira um summarið.
Kann kosta 19 milliónir krónur um árið
Jens-Frederik Nielsen hevur fleiri ferðir ávarað um fíggjarligu avleiðingarnar av broytingini.
Sambært metingum hjá grønlendska fíggjarmálaráðnum kann broytingin hava við sær eina varandi negativa ávirkan á landskassan upp á umleið 19 milliónir krónur um árið.
Landsstýrisformaðurin vísir á, at týdningarmestu handils- og samstarvslondini hjá Grønlandi eru í Evropa, og at størri tíðarmunur ger samstarvið truplari og dýrari.
Eisini kann broytingin fáa neiligar avleiðingar fyri flogferðslusambandið við Evropa.
Hóast hesar atfinningar sigur Jens-Frederik Nielsen, at landsstýrið sjálvandi fer at virða og fremja avgerðina hjá Inatsisartut.
Fýra tímar til Danmark
Tá broytingin kemur í gildi, verður tíðarmunurin millum meginpartin av Grønlandi og Danmark fýra tímar alt árið, so leingi bæði londini halda fram við somu skipan fyri summartíð.
Fyri Føroyar merkir tað, at Nuuk verður tríggjar tímar aftan fyri føroyska tíð í staðin fyri tveir tímar.
Tað kann fáa týdning fyri flogferðslu, handil og samskifti millum Føroyar og Grønland.
Landsstýrið í Grønlandi fer eisini at kanna, um serligar reglur skulu galda fyri ávís øki, millum annað Ittoqqortoormiit í Eysturgrønlandi, sum áður hevur havt annað tíðarøki.
Kelda: Sermitsiaq og KNR.