Grannauppgerð var í høllini við Streymin í dag í Burn Mansdeildini, har EB tók ímóti KÍF.
Kollfirðingar vunnu stórsigur 43-26. Í fyrra hálvleiki var EB frægari við í dystinum, og í steðginum var munurin fimm mál, 19-14 til KÍF.
Silas Larsen var enn einaferð toppskjútti hjá EB. Hesaferð við sjey málum. Við níggju málum var Victor K. Thomadsen (myndin) toppskjútti hjá KÍF.
Klokkan 18 byrjar dysturin í høllini í Vestmanna millum VÍF og Team Klaksvík.
Undan dystinum í Vestmanna er støðan tann, at H71 er fremst í deildini við 16 stigum. VÍF hevur 14 stig, og kemur sannlíkt upp á 16 stig í kvøld. KÍF og Kyndil hava 10 stig hvør, og Neistin hevur níggju stig. EB hevur fýra stig, StÍF hevur tvey stig, og Team Klaksvík er aftast við einum stigi.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilini frá dystinum millum EB og KÍF:
-
©