B68 leigar spælara úr superliguni

Talan er um miðverja, sum er partur av superliguhópinum hjá Vejle

Í dag hevur B68 skrivað undir leigusáttmála við Vejle Boldklub.

 

Sáttmálin ber við sær, at B68 hetta kappingarárið leigar Aidan Liu, sum er miðverji, og sum hevur verið partur av superliguhópinum hjá Vejle.

 

B68 skrivar soleiðis:

 

Aidan er hálvur amerikanari og hálvur kinverji og er uppvaksin í Chicago.

 

Aidan hevur vant nakrar ferðir saman við okkara liði, og hann hevur víst seg at vera sera stinnur miðverji.

 

Fyrsta umfar í landskappingini verður annað vikuskifti. Sunnudagin 6. mars fer B68 at spæla á útivølli ímóti B36.