Bill Justinussen hóttir samgonguna

Antin sleppur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hesa ætlanina, ella fer Bill Justinussen at boykotta hann

Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, hóttir nú Una Rasmussen, landsstýrismann í fíggjarmálum. Kravið frá Bill Justinussen er, at antin sleppur Uni Rasmussen eini politiskari ætlan, annars fer tað at fáa avleiðingar fyri samgonguna.  

 

Uni Rasmussen arbeiðir nevniliga við eini ætlan um at samskipa virksemi hjá Akstovuni í Eysturoy og í Norðoyggjum, og at byggja eina nútímans sýnshøll, og arbeiðshøli, í Gøtudali. Tað merkir, at Akstovan í Saltangará og í Klaksvík, verða niðurlagdar.

 

Endamálið er at effektivisera virksemið hjá akstovuni í Norðoyggjum og í Eysturoy. Tað fer at gera  umstøðurnar hjá starvsfólkunum á Akstovuni, betri, umframt at tað fer at bera til at veita eina betri tænastu.

 

Men hetta góðtekur Bill Justinussen ikki og tí setir hann landsstýrismanninum knívin á barkan. Hann sigur, at avleiðingin av hesum er, at tvey almenn størv í Saltangará fara at verða niðurløgd.

 

Tað taki eg ikki undir við undir nøkrum umstøðum, sigur Bill Justinussen. Hann sigur, at hann fer aldrin at góðtaka, at almenn størv verða flutt úr hansara nærumhvørvi. Vit skulu duga meiri enn at mata okkum fyri at fáa eitt alment starv inn á Skálafjørðin, so tey, ið eru komin, skulu ikki avstað aftur, sigur Bill Justinussen.

 

Bill Justinussen sigur, at tískil hevur hann boðað Una Rasmussen, landsstýrismanni frá, at hann má sleppa hesi ætlanini. Ger hann ikki tað, fari eg ikki at at atkvøða fyri nøkrum uppskoti frá honum aftur, sigur Bill Justinussen.