info
Ongi úrslit

Bjarni var toppskjútti í útisigri hjá Kristiansand

Við Bjarna í Selvindi og Helga H. Hoydal á liðnum tryggjaði Kristiansand sær tvey týðandi stig á útivølli

Heri Simonsen
29. februar 2024 kl. 19:55

Bjarni í Selvindi, Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Kristiansand spældu í kvøld dyst móti Haslum í bestu norsku hondbóltsdeildini.

Við einum frálíkum avriki í seinna hálvleiki vann Kristiansand stórsigur 35-26. Haslum var annars á odda 14-13 í steðginum. Sostatt vann Kristiansand seinni hálvleik 22-12.

Bjarni gjørdist toppskjútti hjá Kristiansand við átta málum. Harumframt legði Bjarni upp til tvey mál. Helgi skoraði trý mál.

Sigurin kom sera væl við hjá Kristiansand, ið nú er næstaftast í deildini við níggju stigum. Fýra stig eru upp til Fjellhammer og Bækkelaget, ið hava 13 stig hvør.

Kristiansand hevur nú fýra stig niður til Viking TIF á aftasta plássinum.

Komandi sunnudag tekur Viking TIF, ið hevur Nicholas Satchwell í hópinum ímóti Kristiansand á heimavølli. 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Níggju føroysk mál vóru skotin í heimasigri hjá HF Karlskrona

24 minuttir síðan
Tíðindi

Innflutningurin farin upp um 12 milliardir krónur

44 minuttir síðan
Fótbóltur

Vendsyssel FF hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

1 tími síðan
Tíðindi

Elsti dani nakr­an­tíð var lim­ur í danska nazista­flokkinum

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: EB mátti lúta fyri Kyndli í høllini á Eiði

1 tími síðan
Tíðindi

Annar sigurin á rað hjá Skuru

2 tímar síðan
Fótbóltur

Tað verður eingin fótbóltur í Vági í morgin

2 tímar síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd vís­ir akr­ar á goml­um hav­botni í Niður­londum

2 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: EB vann aftur á Kyndli

2 tímar síðan
Tíðindi

Laksurin dregur útflutningin upp – makrelurin nógv niður

4 tímar síðan
Ítróttur

KÍ hevur skrivað undir við nýggjan venjara

4 tímar síðan
Tíðindi

Sjúkrabilastøðin í Vágum skal mannast við tveimum alt árið

5 tímar síðan