Burn: Sigrar til Neistan, VÍF og Kyndil

VÍF vann greiðan sigur á StÍF í Vestmanna, Neistin vann á KÍF í Kollafirði og Kyndil vann stórsigur á Team Klaksvík

Savnsmynd

Tríggir dystir vóru leiktir í Burn mansdeildini í dag.

 

Í høllini í Kollafirði tók KÍF móti Neistanum.

 

Neistin vann dystin 24-20. Í steðginum var KÍF á odda 11-10.

 

Tá seks minuttir vóru eftir var støðan 20-19 til Neistan. Seinastu minuttirnar var Neistin kaldari og kundi tryggjað sær ein góðan sigur í Kollafirði.

 

Rasmus Søby var toppskjútti hjá KÍF við sjey málum. Rói Haldansen og Ari Arnason vóru toppskjúttar hjá Neistanum við fimm málum hvør.

 

Í Vestmanna vann VÍF greiðan 38-30 sigur á StÍF. Í steðginum var VÍF á odda 21-14.

 

Filip Jojic var aftur stórskjútti hjá VÍF í dag. Hesaferð við 14 málum. Kasper Sommer var toppskjútti hjá StÍF við átta málum.

 

Í Badmintonhøllini í Klaksvík vann Kyndil stórsigur 29-18 á Team Klaksvík. Í steðginum var Kyndil á odda 13-10.

 

Brian Slyne var toppskjútti hjá Team Klaksvík við seks málum. Ovi Lützen var toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum.

 

HER er dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum KÍF-Neistin 20-24 (11-10)

 

##med2##

 

HER er dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum VÍF-StÍF 38-30 (21-14)

 

##med3##

 

HER er dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum Team Klaksvík-Kyndil 18-29 (10-13)

 

##med4##

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL38974155
 VÍF26655114
 NEISTIN38283-13
 H712575072
 KÍF37682-62
 TEAM KLAKSVÍK25056-62
 STÍF381101-200

Savnsmynd