Dánjal stóð millum ferðafólk í flogvanlukkuni í Nepal

Tveir føroyingar stóðu millum ferðafólkini, sum fóru í vanlukkuflogfarið, sum datt niður í Nepal í gjár

 

– Tað kennist sera løgið, at tú ert í millum fólk, sum doyggja í eini flogvanlukku eina løtu seinni.

Tað sigur Dánjal Petersen úr Havn, sum sama við Dávid í Lág er á ferð í Nepal.

Í gjár vóru teir á innanríkisflogvøllinum í Kahtmandu, har teir skuldu flúgva til fjallabýin Lukle.

– Tað vildi so til, at okkara flogfar varð avlýst, men flogfarið til Pokhara, sum stóð við somu gate sum okkara, fór avstað og datt niður løtu seinni, greiðir Dánjal Petersen frá.

Dánjal og Dávid eru á veg til Basecamp á Mount Everest, sum liggur í 5.400 metra hædd. Teir skulu tí flúgva til Lukle, sum hevur tað sum hann kallar »heimsins vandamiklasta flogvøll«, ein 527 metra langur flogvøllur, sum liggur í eini brekku á fjallasíðuni. Flogfør lenda í mótbrekku og fara avstað í undanbrekku. Flogvøllurin er tiltikin. Har lenda bara propellflogfør, sigur hann.

Í gjár var flúgvingin til Lukle avlýst vegna mjørka, og í dag er hon avlýst vegna vind.

 

##med2##

Flogfarið, sum fór úr Kahtmandu, var á veg til Pokara. Har hava tey júst latið upp ein nýggjan flogvøll, og flogfarið datt niður mitt í millum tann nýggja og tann gamla flogvøllin.

Dánjal Petersen sigur, at innanríkisflogvøllurin í Kahtmandu er ein lítil flogvøllur á stødd við tann í Vágum. Hann sigur eisini, at flogtrygdin ikki er tann besta í Nepal, og at nepalesisk flogfør sleppa ikki at flúgva til ES lond, tí ES góðtekur ikki flogtrygdina í Nepal.

Men eru teir ikki bangnir fyri at fara á flog aftur, aftan á hesa vanlukkuna.

– Nei tað eru vit ikki. Tú mást síggja eina slíka vanlukku sum eina isoleraða hending. Hetta sigst vera tann ringasta flogvanlukkan í Nepal í 30 ár, og tað skal vera løgið, um tann næsta so hendir dagin eftir, sigur Dánjal.

 

##med3##

Men tíðin hjá teimum í Kahtmandu er annars við at renna undan, so sleppa teir ikki avstað í seinasta lagi mikudagin, so mugu teir broyta ætlan.

– Vit skulu á eina 12 daga trekking niðan til Basecamp. Vit skulu ganga og hava alla útgerð við okkum, tað merkir, at vit skulu bera eini 6 til 8 kilo á rygginum. Tað kann blíva sera kalt, niður í eini 20 kuldastig um náttina, og tí hava vit leigað okkum soviposar og eyka dýnujakkar á staðnum, sum er gjørdir til endamálið, greiðir Dánjal Petersen frá.

Um teir ikki sleppa avstað, so hava teir eina aðra ætlan til eitt annað fjall.

– Vit mugu hava stundir at aklimatisera okkum ímóti hæddarsjúku, so fer tíðin undan okkum, so verða vit noyddir at taka alternativa túrin.

Men flogvanlukkan í gjár fer sjálvandi ikki úr tonkunum bara soleiðis.

– Tá vit vóru á flogvøllinum í gjár komu vit í prát við eitt par úr Nepal, sum búði í London. Tey skuldu úr somu gate sum vit, men vit vita ikki, um tey fóru við vanlukkuflogfarinum, ella einum øðrum flogfari, sum fór um sama mundið. Tey greiddu okkum frá, at tey vóru komin til Nepal at vitja familju. Men tað er løgið ikki at vita, um tey kanska eru deyð, greiðir Dánjal frá.

Í dag er lýstur sorgardagur í Nepal at minnast tey deyðu.

 

##med4##

Flogfarið, sum datt niður, var av slagnum ATR 72 hjá nepalesiska flogfelagnum Yeti Airlines. 72 fólk vóru umborð, 68 teirra vóru ferðafólk. Teirra millum vóru 15 útlendingar.

Sambært ferðafólkalistanum vóru 53 fólk umborð úr Nepal, fimm úr India, fýra úr Russlandi, tvey úr Suðurkorea og eitt ferðafólk úr ávikavist Avstralia, Argentina, Írlandi og Frankaríki.

Flogfarið datt sum sagt niður millum tann gamla og tann nýggja flogvøllin í Pokhara, sum er næststørsti býur í Nepal.

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

Tíðarmunurin millum Føroyar og Nepal er 5 tímar og 45 minuttir, sum tey eru framman fyri okkum. 

 

Dávid í Lág og Dánjal Petersen eru á ferð í Nepal í hesum døgum

Tað sæst týðuliga, at flogfarið hevur trupulleikar og koppar á liðina, beint áðrenn tað datt niður

Tað sæst týðuliga, at flogfarið hevur trupulleikar og koppar á liðina, beint áðrenn tað datt niður