Dánjal skoraði mál nummar 500 hjá ÍBV í Evropa

Í fyrra Europa Cup-dystinum móti Holon farna vikuskiftið skoraði Dánjal Ragnarsson eitt heilt serligt mál í søguni hjá ÍBV

Íslendingar ganga høgt uppí hondbóltshagtøl, og nú veit íslendski hondbóltsportalurin, handbolti.is at siga, at Dánjal Ragnarsson hevur skotið eitt heilt serligt mál í søguni hjá ÍBV.

 

ÍBV spældi farna vikuskiftið tveir Europa Cup-dystir móti ísraelska liðnum, Holon. Báðir dystirnir vóru spældir úti á Heimey.

 

Leygardagin vann ÍBV 41-35, og dagin eftir vann ÍBV 33-32 á Holon, og harvið ein samlaðan 74-67 sigur.

 

Í fyrra dystinum skoraði Dánjal Ragnarsson tvey mál. Fyrra málið hjá Dánjali bleiv eitt heilt serligt mál í søguni hjá ÍBV.

 

Talan var um mál nummar 500 hjá ÍBV í evropeiskum kappingum. 

 

Mansliðið hjá ÍBV hevur spælt 20 evropeiskar dystir í søgu felagsins. ÍBV hevur vunnið 12 dystir, spælt ein javnan, og hevur tapt sjey dystir.

 

So sjálvt um Dánjal "bara" skoraði tvey av 41 málum, so bleiv tað hann sum fekk æruna at skora mál nummar 500 hjá ÍBV í evropeiskum kappingum.