info
Ongi úrslit

Eysturríki vinnur sannlíkt okkara EM-undanbólk

Eysturríki er greitt oddalið við seks stigum. Føroyar, Rumenia og Ukraina hava øll tvey stig

Heri Simonsen
10. mars 2023 kl. 21:20

Nú er nógv sum týðir uppá, at Eysturríki fer at vinna EM-undanbólkin, ið føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum kappast í.

Ígjárakvøldi vann Eysturríki á útivølli greiðan 38-31 sigur á Ukraina. Í steðginum var Eysturríki á odda 18-13.

Sigurin merkir, at Eysturríki hevur fullan pott, seks stig fyri tríggjar dystir, meðan Føroyar, Rumenia og Ukraina øll hava tvey stig.

Í morgin klokkan 15 spæla Rumenia og Føroyar í Bukarest, har Rumenia sambært veddingarfyritøkunum er stórur favoritur til at vinna dystin.

Í annaðkvøld klokkan 19.15 spæla Eysturríki og Ukraina í Wien, og har er Eysturríki sambært veddingarfyritøkunum ein risastórur favorittur til at vinna dystin.

Lítið er at ivast í, at tá kvøldið er liðið hevur Eysturríki átta stig. Eftir er at vóna, at okkara menn fremja enn eitt roysnið, og koma at liggja næstfremst í undanbólkinum við fýra stigum. 

Óannsæð so verður heimadysturin móti Ukraina tann týdningarmesti nakrantíð hjá føroyska manslandsliðnum. Dysturin móti Ukraina verður í Høllini á Hálsi mikudagin 26. apríl klokkan 19, og er hetta næstseinasti dysturin í hesari EM-undankappingini. Seinasti dysturin hjá Føroyum er á útivølli móti Eysturríki í býnum Bregenz, sunnudagin 30. apríl.

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum Rumenia-Føroyar. Byrjað verður at senda klokkan 14. 

 

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Nations League: Niðurlond og Ísland vunnu stórsigrar

3 tímar síðan
Fótbóltur

Tað verður fullsett á Tórsvølli

3 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

4 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg hevur tapt níggju av tíggju dystum

4 tímar síðan
Fótbóltur

Mánadagin verður finala á Tórsvølli

5 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Neistin tapti við sjey málum

5 tímar síðan
Tíðindi

Veggjalist í Føroyum fær altjóða umrøðu

6 tímar síðan
Hondbóltur

Viborg vann stórsigur í EHF European League

6 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Moldova vann á Kasakstan í okkara bólki

6 tímar síðan
Tíðindi

Samgongan vil bíða við at yvirtaka løgregluna

7 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Jólabýurin í SMS

8 tímar síðan
Fótbóltur

Jákup verður á miðvøllinum

8 tímar síðan