info
Ongi úrslit

Fara nú at geva fólki eina sproytu aftrat fyri koronu

Nú er klárt at geva summum samfelagsbólkum eina sproytuna afturat fyri koronu

Áki Bertholdsen
6. oktober 2021 kl. 12:35

Sjúkrahúsverkið fer nú at bjóða øllum búfólkum á røktarheimum eina sproytu afturat fyri koronu. Tað sama verður galdandi fyri fólki í øllum aldri við serliga vánaligari órinsverju.

Tey allarflestu av teimum eru koppsett tvær ferðir, men nú er so mikið fráliðið síðani tey vórðu koppsett, at tey nú kunnu fáa eina sproytu afturat fyri at styrkja órinsverjuna.

Tað hendir eftir, at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur góðkent eitt tilmæli frá koppsetingarbólkinum um at bjóða fólki við nógv skerdari órinsverju eina triðju sproytu fyri koronu og somuleiðis teimum, sum búgva á ellis- og røktarheimum og eldrasambýlum.

Tey fyrstu eru longu boðsend at fáa ta triðju sproytuna, og Sjúkrahúsverkið fer í næstum at seta seg í samband við eldrasamstørvini um at fáa koppsett tey búfólk, sum vilja.

Koppsetingarbólkurin sigur í eini fráboðan, at tað er nóg mikið av koppingarevni í landinum til bæði at koppseta øll, sum skulu hava tvær sproytur, og til geva hesum avmarkaða bólki  eitt triðja prik og sostatt ber til at avgreiða tað beinanvegin.

Tey, sum verða koppsett tí órinsverjan er viknað, eru serliga fólk við ymsum illkynjaðum blóðsjúkum og mergsjúkum, umframt fólk, sum hava fingið transplantasjón. Talan er eisini um dialysusjúklingar og fólk, sum eru viðgjørd við heilivági, ið fær órinsverjuna at vikna, ella sum hava fingið kemoviðgerð í ár. Harafturat fara sjúklingar við ávísum álvarsomum giktasjúkum eisini at fáa tilboðið.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

Í gjár kl. 07:59

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

9 tímar síðan

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

35 minuttir síðan
Fótbóltur

André Olsen hevur tikið út U19-landsliðshópin

45 minuttir síðan
Hondbóltur

Landsliðsliðskiparin var millum toppskjúttarnar hjá CSM Bukarest

1 tími síðan
Tíðindi

Vil hava svar um aldursmark á sosialum miðlum

1 tími síðan
Tíðindi

Merz vil gera inntriv móti methøgum brennievnisprísum

2 tímar síðan
Tíðindi

Umhvørvisstovan, quo vadis 1 (av minst 5)

3 tímar síðan
Tíðindi

Skifta graslíki á FIFA-vøllinum í Skopun

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur Copernicus-fylgisveinur sendur út í rúmdina

4 tímar síðan
Tíðindi

»Lokkarin í nýggjum klæðum«

4 tímar síðan
Tíðindi

Effo hevur keypt oljufelag í Hirtshals

4 tímar síðan
Tíðindi

Almannaverkið fær undantak: Keypir bensinbil í staðin fyri elbil

5 tímar síðan
Tíðindi

Staksdagurin verður í Tjørnuvík leygardagin

5 tímar síðan