Navnið Fiskivinnuskúlin fer nú í søguna, og skúlin fer at eita Miðnám í Vestmanna.
Hesum boðar Jákup Andreasen, skúlastjóri, frá í morgun.
Hann sigur, at skúlin síðan 2013 hevur verið partur av gymnasialu miðnámsútbúgvingunum við tilfeingisbreytini. Talan er um serliga breyt við støði í einum føroyskum veruleika, har lærugreinirnar tilfeingi og tilfeingisfrøði mynda profilin hjá skúlanum. Lærugreinirnar snúgva seg um náttúrutilfeingi í breiðari merking. Tískil er ikki longur samsvar millum gamla navnið og innihaldið í útbúgvingini hjá næmingunum.
Búmerkið, sum skúlin brúkar og framhaldandi fer at brúka, er sniðgivið av Sendistovuni. Hetta avmyndar ein vatndropa og eitt blað í einum kringi ella ringrás. Búmerkið skal signalera lív, náttúru, umhvørvi og burðardygga gagnnýtslu av náttúruríkidøminum, har ringrásin er avgerandi fyri, at vit kunnu liva av okkara náttúruríkidømi í framtíðini.
Navnið Miðnám í Vestmanna skal eisini geva næmingum og foreldrum eina greiða ábending um staðseting, og at talan er um ein skúla javnbjóðis aðrar miðnámsskúlar í landinum. Samstundis hevur navnið eina breidd, sum ikki er avmarkandi fyri virksemið á skúlanum í framtíðini.
Fiskivinnuskúlin verður »Miðnám í Vestmanna« Fiskivinnuskúlin verður »Miðnám í Vestmanna«
info
Eirikur Lindenskov
27. februar 2017 kl. 08:20
Mest lisið hesa vikuna
Løgreglan eftirlýsir mann í Havn
29. oktober kl. 07:44
So nógv vita danskir politikarar um Føroyar
Í gjár kl. 15:45
Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge
26. oktober kl. 20:45
Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir
28. oktober kl. 10:47
Tað gekk sum Sigfríður spáddi
25. oktober kl. 20:51
Tey rokast í Skúgvi í dag
Í gjár kl. 16:05
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Minningarhald teirra sjólátnu kring landið í dag
20 minuttir síðan
Tíðindi
Tvey harðskapsmál fráboðað løgregluni
25 minuttir síðan
Tíðindi
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sunnukvøldið kl. 18
26 minuttir síðan
Hondbóltur
Kjartan skoraði og legði upp til 10 mál
37 minuttir síðan
Tíðindi
Nógv fólk í býnum og nógv at gera hjá løgregluni
1 tími síðan
Hondbóltur
HF Karlskrona misti sigurin seinastu løtuna
1 tími síðan
Tíðindi
Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið
2 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein
Aðalstjóri við meira enn einari millión krónum ársløn
2 tímar síðan
Tíðindi
Nærum fýra milliónir til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi
2 tímar síðan
Hondbóltur
Ajax og Ejstrup/Hærvejen vunnu stórsigrar
4 tímar síðan
Tíðindi
Dómari vísir rættarmáli hjá Trump móti Wall Street Journal frá sær
9 tímar síðan
Fótbóltur
Landsliðsliðskiparin fekk reyða kortið
9 tímar síðan