Fleiri av teimum stóru falla

FA Cup: Arsenal tapti óvæntað, meðan teir ungu gjørdu mun fyri Liverpool

Myndir: (Scanpix) Fegin viðhaldsfólk hjá Nottingham Forest runnu inn á vøllin

Í gjár vóru fleiri dystir í 3. umfari í søguríku ensku steypakappingini, FA Cup. Mest óvæntaða úrslitið kom í dystinum millum Nottingham Forest og Arsenal, har Premier League felagið tapti 1-0.

 

Tað kemur óvart á, tí Nottingham Forest spælir í næstbestu deildini, men tá tað er sagt, so hevur Nottingham Forest ein stolta søgu, og er nokk eitt av teimum feløgunum, ið kann vinna seg fram í Onglandi, um røttu umstøðurnar eru til staðar. Sum eitt nú Newcastle og Leeds.

 

Liverpool vann 4-1 á Shrewsbury Town, sum spælir í 3. deild. Gestirnir vóru annars á odda eina løtu, men Liverpool svaraði aftur við máli frá 17 ára gamla Kaide Gordon. Hann bleiv harvið næstyngsti spælarin, sum nakrantíð hevur skorað fyri Liverpool. Nakrar dagar yngri enn Michael Owen, men nakrar dagar eldri enn Ben Woodburn.

 

Tottenham var eisini aftanfyri móti 3. deildarliðnum Morecambe, men vendi í seinna hálvleiki dystinum til ein 3-1 sigur. Ein dystur er í kvøld, tá Manchester United tekur móti Aston Villa á Old Trafford.

 

Myndir: (Scanpix) Fegin viðhaldsfólk hjá Nottingham Forest runnu inn á vøllin