info
Ongi úrslit

FMA: Tutl fekk ársins útflutningsheiðursløn

Ímyndin av felagnum, og stovnarin, Kristian Blak, tók ímóti.

Dagfinn Olsen
9. mars 2024 kl. 20:47

Tutl fekk ársins útflutningsheiðursløn við FMA 2024.

Ímyndin av felagnum, og stovnarin, Kristian Blak, tók ímóti.

ÁRSINS ÚTFLUTNINGSHEIÐURSLØN - PLÁTUFELAGIÐ TUTL T

vey ár eru liðin síðani fyrsta útflutningsheiðurslønin varð latin. Tann fyrsta varð latin eini lutfalsliga ungari tónleikavinnufyritøku, rópt Mahogni Music Publishing.

Fyritøkan hevur tryggjað eina økta eksponering av føroyskum tónleiki úti í heimi - og ger tað framvegis, m.a. við at fáa føroyskan tónleik við í sjónvarpsrøðir, sjónvarpslýsingar og filmar. Í fjør fekk Eivør heiðurslønina. Hóast tjúgu ár eru liðin, síðan hon fór undir sína altjóða tónleikayrkisleið, megnaði hon kortini at hava sítt besta ár í 2022. Ársins vinnari er – til samanberingar við vinnaran í fjør, – eisini at rokna sum ein veteranur á sínum øki. Í roynd og veru er vinnarin ein av teim allar elstu veteranunum á føroyska tónleikapallinum. Kortini hevur fyritøkan megnað at halda seg aktuella øll árini. Fyritøkan hevur leingi verið ein grundsúla undir føroyskum tónleikaútflutningi. Í seinastuni eru tó týðandi broytingar framdar, serliga í 2023. Hetta hevur dómsnevndin lagt til merkis og metir tí, at fyritøkan hevur uppiborið ta viðurkenning, sum ársins útflutningsheiðursløn er.

Fyritøkan savnar seg alt meira í dag um at skoða út um landoddarnar. Fyritøkan ger íløgur í tónleikaútflutning, bæði fíggjarliga og í arbeiðsmegi. Fyritøkan hevur ung fólk í starvi, sum gjøgnum sítt arbeiði í fyritøkuni fáa møguleika at taka fyrstu fetini í altjóða tónleikavinnuni.

Vit hava tørv á meira av hesum, tí tey, sum standa handan tónlistafólkini, hava ofta ein líka so umráðandi leiklut fyri framgongdina hjá tónlistafólkunum, sum tónlistafólkini sjálvi hava. Fyritøkan og ungu starvsfólk hennara hava víst ein brennandi eldhuga fyri føroyskum tónleikaútflutningi. Tey ferðast runt á showcase festivalum og á tónleikavinnu-festivalium uttanlands, og brúka nýggju vitanina og netverkið til at hjálpa øðrum tónlistafólki víðari á ferðini á síni tónlistayrkisleið.

Er tað veruliga gjørligt at reka eitt altjóða plátufelag úr lítlu Føroyum? Ja, tað hevur hendan fyritøkan prógvað so dyggiliga!

Vinnarin er Plátufelagið Tutl.

 

Mynd: Álvur Haraldsen

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Bretskur flogberi komin til Oslo

26 minuttir síðan
Tíðindi

Vil hava fostur­tøku­málið úr nevnd

1 tími síðan
Tíðindi

Kjarnorkuverkið Zaporizjzja noyðist at brúka neyðstreym

2 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ hevur sett íslendskan hjálparvenjara

2 tímar síðan
Tíðindi

Mótstøðumaður Netanyahus fær fyrsta møguleikan

2 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri løstað í jarðskjálvta í Japan

3 tímar síðan
Tíðindi

Herverk móti bili í miðbýnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Seks dripin í skotálopi í Krakow

3 tímar síðan
Tíðindi

Trump bjóðar kampsportsstjóra starv sum talsfólk

5 tímar síðan
Tíðindi

Tríggir menn avrættaðir í Iran eftir januar-mótmæli

5 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Veddingarfyritøkurnar hella eitt vet til ein føroyskan sigur

6 tímar síðan
Fótbóltur

Hillerød er bert eitt stig frá ovara endaspælinum

12 tímar síðan