Fyri nøkrum døgum síðan loystu vit fyrsta flagið í einari nýggjari útstykking her á Sandi, har pláss verður fyri 34 nýggjum grundstykkjum. Slíkar løtur eru sjálvsagt gleðisløtur, tí her vænta og vóna vit, at fleiri familjur við børnum koma at búgva.
Uppat nýggju útstykkingini verður eisini grivið út fyri nýggjum barnagarði til eini 100 børn. Gamli barnagarðurin er ov lítil og ótíðarhóskandi.
Fyri nøkrum árum síðan høvdu vit eina aðra útstykking, 13 vælplanerað grundstykki við vegi, ljósum og øllum íbindingum. Nøkur fá av hesum 13 eru bygd, og vit høvdu sjálvsagt ynskt, at nógv fleiri sethús longu vóru komin upp í hesi útstykking.
Flestu grundstykki, sum vit í kommununi hava lýst til sølu í hesi útstykking á 13 grundstykki, hava verið úti hjá fólki, sum keyptu tey og vildu byggja sær hús, men onkur grundstykki eru endað aftur hjá kommununi.
Ein orsøk er, at fólk náddu ikki á mál í bankanum við fígging til sítt egna heim.
Kommunan, sum eru vit øll, ið búgva her, tekur stór tøk fyri at útvega fólki góð byggiøki, soleiðis at tey kunnu seta føtur undir egið borð.
Men skal byggjast, mugu sethúsini fíggjast.
Sjálvandi megna ungfólk ikki at leggja allar pengarnar fyri eina nýbygging á borðið. Tað megnar eingin familja, sum livir av lønarinntøku. Men, hetta merkir tó ikki, at hesi fólk ikki høvdu megnað at borið íløguna, eins væl og tey gera tað í miðstaðarøkinum.
Tí mugu – og ja, eg vil siga skulu - bankarnir eftir mínum tykki eisini viðvirka, tá ræður um tak yvir høvdið uttanfyri Havnina. Men, tað er her, at vónríku ungu og familjurnar, ið keyptu sær planerað grundstykki frá kommununi fyri minni enn 200.000 krónur, renna seg ímóti einum múri.
Tað kann ikki vera rætt, at fólk við góðum inntøkum – og fólk, sum taka góðar útbúgvingar og hava útlit til eina góða lønarinntøku, ikki skulu fáa neyðugu sømdirnar í fíggingarstovnunum.
Fólk, sum vilja seta búgv, mugu innan rímiligar karmar kunna fáa fígging til at byggja sær sítt egna heim, tá tey hava keypt sær eitt grundstykki, sum kommunan hevur selt teimum fyri ein sámiligan prís.
Tað, sum órógvar og argar meg sum formann í teknisku nevnd í Sands kommunu, er, at um somu fólk vildu keypt sær eina sethúsa-ella íbúðarogn í høvuðsstaðarøkinum, hevði helst einki verið til hindurs fyri at fingið fígging, soleiðis sum tíðirnar hava verið leingi.
Um eitt ár ella so hava vit her suðuri tunnilssamband til miðstaðarøkið, og tá verður líka skjótt at ferðast millum Sandoynna og miðbýin í Havn, sum at koyra úr Hoyvík og út á Argir.
Eg havi ilt við at skilja og góðtaka, at fólk, sum vilja seta búgv í Sandoynni, skulu tvingast at seta búgv í høvuðsstaðarøkinum, tí fíggingarmøguleikarnir í Havn eru munandi betri.
Tað gevur onga meining, at fólk skulu noyðast at læna eina ella hálva aðru miljón meira fyri at fáa tak yvir høvdið í høvuðsstaðarøkinum, um tey annars vildu sett seg niður her í Sandoynni – fyri eina munandi minni íløgu.
Vit hava grundstykkini, klár at byggja á, sum bert kosta ein brotpart av tí, tey kosta í miðstaðarøkinum. Avleiðingin er, at barnafamiljur gerast læntar upp um bæði oyru.
Fyri teir føgru fuglar, sum vilja byggja sær reiður her í oynni, nú tunnilin kemur, má tað hóast alt hava týdning, at skuldarbyrðan er eina miljón minni – heldur enn ein miljón meira.
Sjálvandi eiga bankarnir at taka síni atlit, men eg haldi so sanniliga, at teir í størri mun eisini áttu at tikið menniskjanslig atlit, soleiðis at fólk, sum vilja seta búgv her í Sandoynni, eisini fáa høvi til tess.
Nú fasta sambandið kemur, eigur hetta eisini at gera váðan hjá bankunum at veita fígging til sethúsabygging her í oynni munandi minni. Í fleiri ár hevur verið sagt, at tað er ikki innan sethúsafígging, at bankarnir missa pengar.
Hvør er tá trupulleikin við at veita eina nøktandi fígging til bygging her í oynni – ella eru tað bankarnir, sum skulu gera av, hvar fólk skulu búgva?
Eg haldi, tað er eisini okkara ábyrgd sum verandi og komandi politikarar at hava eyguni eftir, um allir borgarar verða viðfarnir eins og soleiðis sum tað sømir seg í einum oyggjasamfelag, sum Føroyar eru.
Kanska er tað júst einum Húsalánsgrunni, ið vit hava brúk fyri aftur.
Kristian Oskar Henriksen, valevni hjá Tjóðveldi til løgtingið.