info
Ongi úrslit

Gjánkaligur Tesla roknskapur er vónbrot hóast metsølu

Umsetningurin hækkar, men marknaður væntaði meira. Tesla tosar um fløskuhálsar og aðrar avbjóðingar.

Eirikur Lindenskov
20. oktober 2022 kl. 01:18

Elbilaframeliðarin Tesla økir umsetningin í triðja ársfjórðingi av 2022, men marknaðurin er ikki nøgdur.
Tilsamans var umsetningurin hjá Tesla í ársfjórðinginum 163 milliardir krónur.
Tað er sambært felagnum met. Tað er eisini ein hækking upp á 56 prosent í mun til sama ársfjórðing í fjør.
Men tað var sambært tíðindastovuni AFP umleið 3.800 millónir dollarar undir tað, sum greinarar høvdu væntað.
Eisini yvirskotið hjá Tesla hækkaði til 25 milliardir rkónur. Tað er millum annað ein munandi vøkstur í veitingini av bilum, sum er orsøk til hækkandi umsetningin, skrivar Tesla í tíðindaskrivi.
Tilsamans lat felagið umleið 344.000 elbilar, og samlaða framleiðslan av bilum kom í ársfjórðinginum upp á 366.000 eindir.
Tað var ein vøkstur í framleiðsluni upp á 54 prosetn í mun til sama ársfjórðing í fjør.
Á marknaðinum eru tey tó vónbrotin av roknskapinum, og Tesla-partabrøv eru fallin í kjalarvørrinum av roknskapinum.
Í roknskapinum verður víst til avbjóðingar við framleiðsluni á verksmiðjum í Berlin og Texas. 
– Umskifti í vørustreymsamskipan og fløskuhálsar í framleiðsluliðunum eru avbjóðingar, sjálvt um tað gongur framár, skrivar felagið.
– Vit halda framvegis, at avmarkingarnar í veitingunum av battaríum er størsta avmarkandi liðurin í marknaðinum fyri elbilar.
Roknað verður við, at stjórin og stovnarin av Tesla, Elon Musk, fer at viðmerkja roknskapin í eini samrøðu við greinarar.
Har verður millum annað eyga hildið við, um felagið heldur fast um málið um at økja talið av veittum bilum við 50 prosentum í ár. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Nakrir greinarar halda, at eftirspurningurin kann vera við at minka.
Teir halda millum annað, at høgu prísirnir hjá Tesla kann vera ein veikleika í einum altjóða búskapi, sum er raktur av óvissu.
/ritzau/

 

Mest lisið hesa vikuna

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nations League: Átta dystir eru leiktir í dag

1 tími síðan
Fótbóltur

Myndir: Haaland gjørdi munin tá Noreg vann á Danmark

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Trúgvi Hávardsson var stóra hetjan hjá HK

2 tímar síðan
Tíðindi

Árni Andreasen gevur nýggjan sang út

2 tímar síðan
Tíðindi

Tjóðveldi vil taka løgregluna heim í 2028

3 tímar síðan
Tíðindi

El Niño: Hitin kann kosta 451.000 mannalív

4 tímar síðan
Tíðindi

Kjøtið dýrkað nærum átta prosent

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit kunnu ikki lata standa til, til hóttanin er í okkara túni

6 tímar síðan
Tíðindi

Faðir og dóttir á býráðsfundi

6 tímar síðan
Fótbóltur

Fjepparafelagið "Skansin" stuðlar Eydnudeildini

7 tímar síðan
Tíðindi

Hægri rentur og prísir minka um keypiorkuna hjá føroyingum

7 tímar síðan
Tíðindi

Søkt verður eftir nýggjum stjóra til Vørn

8 tímar síðan