Tað er rættiligur gravgangur eftir at lata seg koppseta fyri koronu og á Landssjúkrahúsinum siga tey, at í roynd og veru fáa tey fleiri bíleggingar enn tey hava koppingarevni til, so nøkur vera at bíða eitt sindur. Men tað koma nýggjar sendingar av koppingarevnum til landið við jøvnum millum bilum, so tað gongur skjótt at koppseta.
Fyrst vórðu heilsustarvsfólk, røktarstarvsfólk og fólk í ymsum vandabólkum, koppsett, og síðani varð farið undir at koppseta almenningin annars, altso tey, sum ikki eru í nøkrum vandabólkum.
Og Fróði Jacobsen, samskiftisráðgevari á Landssjúkrahúsinum, sigur, at undirtøkan hevur verið stak góð. Í fyrstu syftu vóru tað tey yvir 85, sum fingu tilboð um koppseting nú er støðan tann, at 75 prosent av tí aldursbólkinum hava fingið ta fyrstu sproytuna
Síðani varð aldursmarkið lækkað so at tey, sum vóru ímillum 80 og 84 ár, eisini kundu bíleggja tíð til koppseting og fyribils eru 55 prosent av fólkinum í tí aldursbólkinum, nú koppsett fyrru ferð.
Í gjár varð so boðað frá, at nú er aldursmarkið lækkað, so nú kunnu tey ímillum 75 og 79 ár eisini bíleggja tíð til at verða koppsett og longu klokkan 10 í morgun høvdu 730 fólk bílag tíð til at verða koppsett. Hann væntar, at nógv tey flestu av hesum eru fólk í aldursbólkinum 75-79 ár – men hann leggur dent á, at tey, sum eru eldri, kunnu framvegis bíleggja sær tíð.
Tilsamans eru 1.880 fólk í aldursbólkinum frá 75 til 79 ár, men frammanundan eru 483 fólk í hesum aldursbólki, ella 26 prosent, longu koppsett, tí tey eru í onkrum av vandabólkunum.
Og av Landssjúkrahúsinum verður sagt, at ein av fyrstu døgunum verður aldursmarkið lækkað enn einaferð, so at tey ímillum 70 og 74 ár, eisini kunnu bíleggja sær koppseting. Tilsamans eru 2.482 fólk í hesum aldursbólkinum og longu nú eru 326 fólk, ella 13 prosent av teimum, longu koppsett, tí tey eru í onkrum vandabólki.
Síðani er tað aldursbólkurin, 65-69 ár, sum fáa tilboðið og í hesum aldursbólkinum eru 2.682 fólk, men longu nú eru 476 fólk, ella 18 prosent, longu koppsett. Og at enda verða tað so aldursbólkarnir undir 64 ár, sum fáa tilboðið.
Nýggj sending við koppingarevni kemur til landið í kvøld og í seinnapartin í morgin, hósdagin, verður farið undir at koppseta.
Talan er um umleið 4.000 skamtar av koppingarevni, sum koma í kvøld og góður helmingurin av teimum verður brúktur til at koppseta fólk, ið ikki eru koppsett áður. Restin skal brúkast til at koppseta fólk umaftur, sum annars hava fingið ta fyrru sproytuna, tí øll skulu koppsetast tvær ferðir.
Í løtuni eru tað annars 6.641 fólk, sum hava fingið ta fyrru sproytina, tað eru 12,5 prosent av fólkatalinum, og 4.129 fólk hava eisini fingið seinnu sproytuna, og tað eru 7,8 prosent av fólkatalinum.
Sum støðan er nú, verður heilt liðugt at koppseta øll um hálvan juli.
Gravgangur eftir at verða koppsett fyri koronu Gravgangur eftir at verða koppsett fyri koronu
Tað er ikki altíð, at tað er nokk av koppingarevni til øll, sum vilja koppsetast
Áki Bertholdsen
7. apríl 2021 kl. 10:54
Mest lisið hesa vikuna
Beinir og Helena í føroyskum klæðum til galla hjá kongi
19. oktober kl. 21:59
Flogruta steðgað: Hotell í Grønlandi stongt og øll starvsfólk uppsøgd
19. oktober kl. 21:45
Heðin Mortensen vísir tatoveringarnar
17 tímar síðan
Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk
Í gjár kl. 12:18
Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu
21. oktober kl. 16:21
Fimm mans handtiknir fyri varðveitslu og deiling av myndum
20. oktober kl. 12:55
Fleiri tíðindi
Tíðindi
At vitja Norðurlond er sum at vitja eitt systkinabarn
20 minuttir síðan
Tíðindi
Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík
58 minuttir síðan
Tíðindi
Funnu hassj og ketamin uppi á manni
1 tími síðan
Tíðindi
Tríggir bilførarar koyrdu til treytaða frádøming
2 tímar síðan
Tíðindi
Russland sigur seg hava lopið á ukrainskan havnarbý
2 tímar síðan
Fótbóltur
KÍ fær FM-steypið handað á Tórsvølli
3 tímar síðan
Tíðindi
Spreingingar í Riyad í nátt
3 tímar síðan
Hondbóltur
10 føroysk mál tá HØJ vann á Stoholm
5 tímar síðan
Fótbóltur
Liðið hjá Hanusi tapti fyri 2. deildarliði í steypakappingini
10 tímar síðan
Fótbóltur
BK Häcken er bert eitt stig frá at tryggja meistaraheitið
11 tímar síðan
Hondbóltur
Valur vann triðja sigurin á rað
11 tímar síðan
Tíðindi
VIDEO: Nýggjur ÍF-sangur hjá Rógva á Lakjuni
12 tímar síðan