info
Ongi úrslit

Hátíðarrómur hjá MEST á Skála

Í góðveðrinum fríggjadagin 2. mai var týðandi dagur hjá MEST á Skála, tá gamla havnarskrivstovan formliga læt upp sum eitt uppihaldsstað fyri starvsfólk hjá skipasmiðjuni.

Vilmund Jacobsen
7. juni 2023 kl. 15:14

Talan er um gomlu havnaskrivstovuna, har trý rúm eru innrættað til hvør sítt endmál. Karaoke, chill og sports lounge eru heitini á rúmunum. Øll rúmini eru útgjørdar við skíggjum og útgerð, soleiðis at tey, ið brúka rúmini, eisini hava høvi til at síggja og lurta á sínum egna móðurmáli.

- Á veggunum í rúmunum vóru eisini gamlar myndir frá Skipasmiðjuni, og júst myndirnar drógu føroyingarnar til sín, og dúliga varð reypað og prátað um søgur og minnir.

Tað siga tey á MEST í tíðindaskrivi.

Her verður eisini víst á, at hugskotið at brúka gomlu havnarskrivstovuna til endamálið, kom, tá talið av filipinum byrjaði at økjast á MEST. Eitt, ið eyðkennir filipinar, er tokkur teirra til karaoke. Tá filipinar byrjaðu at syngja karaoke í býlinum, har fleiri onnur starvsfólk búgva, var móttøkan nakað ivasom.

- Heldur enn at broyta mentanina hjá filipinum, valdu vit at gera so, at filipinar kunnu hava sína mentan her, segði Mouritz Mohr, stjóri á MEST, tá hann beyð vælkomin.

Myndin er ikki tøk

MEST ger nógv fyri, at starvsfólkini trívast, og hetta er ein liður í hesum.

Á Skála starvast stívliga 100 fólk, og av hesum búgva umleið 60 mans skamt frá Skipasmiðjuni. Tað er serliga við hesum starvsfólkum í huga, at gamla havnarskrivsstovan er umvæld til at hýsa sosialum starvsfólkatiltøkum.

Myndin er ikki tøk

 

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

4 tímar síðan

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel

16 minuttir síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

46 minuttir síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

1 tími síðan
Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

1 tími síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar hava vunnið FM-heitið 25 ferðir

2 tímar síðan
Tíðindi

Springs 2.0 á pall í kvøld eftir steðg í 36 ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Russiskt fiski­skip sigldi spaku­liga við før­oysk­an sjókaðal

2 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ endaði kappingarárið við sigri á HB á Tórsvølli

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj gransking: Fiskirættindi kunnu styrkja smáar bygdir

3 tímar síðan
Fótbóltur

Bjartalíð og liðfelagarnir vunnu týðandi sigur í niðurflytingarstríðnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Ukraina hevur aftur vanligt samband við Starlink

4 tímar síðan