Heldur eingin smitta í gjár

Framvegis eru bara tríggir føroyingar smittaðir við korona

Í gjár vórðu 230 kanningar gjørdar, og úrslitið av sjey kanningum eru ikki greinaðar enn. Í alt eru 222.803 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 654 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 650 persónar staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru trý persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er framvegis innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.