info
Ongi úrslit

Hesum koppunum skulu tit ikki lata børnini drekka úr

Tað eru evni í teimum, sum eru heilsuskaðilig

Áki Bertholdsen
5. august 2022 kl. 14:25

Tey, sum hava børn, sum eru so smá, at tey drekka úr tútakoppi, skulu kanna eftir, hvat tað er fyri tútakoppur, tey hava.

Heilsufrøðiliga Starvsstovna ávarar nú nevniliga ímóti einum slagi av tútakoppum til børn. Orsøkin til, at ávarað verður ímóti teimum, er, at tað er ov nógv einum heilsuskaðiligum, kemiskum evni í teimum.

Talan er um Rainbow Sippy Cup, Blue Mix (1715-03-000-WW), og orsøkin til ávaringina er, at tað er ov nógv av evninum, bisphenol A í teimum. EAN-strikukotan er  5712805068886 og teir eru seldir í fleiri handlum

Vørur við ov stórum nøgnum av bisphenol A, skulu ikki koma í samband við matvørur. Illgruni er um, at evnið ávirkar hormon-javnvágina og at tað er skaðiligt fyri nøringarevnini hjá fólki.

Tí mælir heilsufrøðiliga Starvsstovan til, at tey, sum hava hesar tútakopparnar, tveita teir burtur, ella lata teir aftur í handilin, haðani teir eru keyptir.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggj bók um kreppustýring undir COVID-19

7 minuttir síðan
Tíðindi

Hvussu menna vit úrvalsleikaran?

39 minuttir síðan
Myndasøvn

Myndir: Býráðsfundur í Havn

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggj vi­tlíkis­strategi fyri und­ir­vís­ing­ar­geir­an løgd fram

1 tími síðan
Tíðindi

Ein milliard manglar longu um 10 ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Skeyt við riflu við bátabrúgvar í Nuuk

2 tímar síðan
Tíðindi

Ósemja um súkkl­u­breyt til Oyggja­leikir

2 tímar síðan
Tíðindi

Gongugøtan í Havn bilfrí í tveir mánaðir

3 tímar síðan
Tíðindi

Stór menning í Skálavík

4 tímar síðan
Tíðindi

139 milliónir afturat til røktarheimið á Stórubrekku

4 tímar síðan
Tíðindi

Eplafestivalurin er eitt fjølbroytt heysttiltak

5 tímar síðan
Tíðindi

ejsw UNIKA ejsw í Gallarí Havnará

5 tímar síðan