info
Ongi úrslit

Jallurin er føroyameistari

5-mannafør dreingir 17 – 18 ár: Í dag var um reppið, at Jallurin varð tikin av Tambar, sum eisini hoyrir til Róðrarfelagið Knørrur

Jóannes Hansen
16. juli 2022 kl. 19:02

Jallurin vann kappingina millum dreingirnar á vestanstevnu í Sørvági. Harvið hevur Jallurin vunnið allar seks FM kappróðrarnar í summar, og Jallurin hevur undan ólavsøku fulla úrtøku, sum er 42 stig.

Jallurin er sjey stig undan fremsta avbjóðaranum, sum er Blikur av Argjum, og tá ið tað bara eru tríggir ella fýra bátar, sum luttaka í hesi kappingini, so er Jallurin FM vinnari.

Um Jallurin fer at vinna FM við fullari úrtøku er ein góður spurningur. Tá ið báturin hevur vunnið seks av seks kappróðrum, so er Jallurin stórfavorittur at vinna á ólavsøku.

Men í dag leyp tað mest sum einki av hjá Jallinum. Fremsti avbjóðarin í dag var Tambar, sum eisini umboðar Róðrarfelagið Knørrur. Tambar bjóðaði av álvara av, og tá ið bátarnir fóru um málið var munurin millum teir báðu bláu bátarnar bara ringin.

Blikur av Argjum, sum í FM kappingini er á silvurplássinum, var eina hálva bátslongd aftanfyri Tambar.                          

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

Í gjár kl. 22:59

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

13. november kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ætla at leggja nýtt øki út til bústaðir á Skála

13 minuttir síðan
Tíðindi

Motorar til Smyril fyri 74 milliónir vórðu ikki bodnir út

38 minuttir síðan
Fótbóltur

Nations League: Dómarin dømdi Føroyar-Spania á Tórsvølli í 2019

1 tími síðan
Fótbóltur

Føroyar deila eitt javnleiks-met við tvey onnur landslið

8 tímar síðan
Tíðindi

Partrolarapørini eru øll til fiskiskap

9 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Danmark smurdi Portugal av

9 tímar síðan
Tíðindi

Demokratur vinnur guvernørvalið í Alaska

10 tímar síðan
Fótbóltur

B68 hevur sett nýggjan venjara

10 tímar síðan
Tíðindi

Sjey frystilínuskip fiska í føroyskum sjógvi

11 tímar síðan
Fótbóltur

Her er nýggi venj­ar­in hjá besta mans­lið­num hjá B36

11 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Neistin tapti seinna dystin móti Zug við 22 málum

11 tímar síðan
Hondbóltur

Óli og Jóhan vóru toppskjúttar -Teis vann á Magnusi

12 tímar síðan