info
Ongi úrslit

Journalistar hava nú latið Føroya Rætti stevning

Føroysk Miðlafólk hava í dag stevnt landsstýrinum, sum ikki vil viðurkenna samráðingarrætt felagsins

Eirikur Lindenskov
7. apríl 2025 kl. 22:41

Á middegi í dag, 7. apríl 2025, stóð tað endaliga greitt, at grundleggjandi rætturin hjá miðlafólki at skipa seg við egnum sáttmála í almenna public service stovninum Kringvarpi Føroya skal roynast í rættinum.
– Vit vónaðu til tað seinasta, at landsstýrið fór at broyta støðu og viðurkenna rættin at samráðast um egnan sáttmála, ið er so grundleggjandi fyri eitt hvørt yrki. Men landsstýrið letst ikki um vón, og tí er stevningin nú latin rættinum, sigur Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk. 
Stevningin varð fráboðað eftir úrslitaleysan fund í Tinganesi mikudagin í síðstu viku, har løgmaður og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum vóru við, umframt lønardeildin undir Fíggjarmálaráðnum. 
22. mai í fjør bað felagið Føroysk Miðlafólk um samráðingarrættin fyri limirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, herundir serliga í Kringvarpinum, tá táverandi sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið fór úr gildi 1. oktober 2024. Ynskið bleiv ikki gingið á møti, og víðari samráðingar við landsstýrið endaðu úrslitaleysar 2. apríl 2025.
Kravið í stevningini, sum í dag varð latin Føroya Rætti, er stutt og greitt, at landsstýrið verður dømt at viðurkenna, at Føroysk Miðlafólk er eitt felag við avtalu- og samráðingarrætti fyri miðlafólk á almenna arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. 
Grundleggjandi rættindi
Málið er rættulig prinsipielt fyri Føroysk Miðlafólk. Tað snýr seg um heilt grundleggjandi rættindi, at eitt yrki hevur rætt til at verða umboðað av sínum yrkisfelag. Politiska valdið í øllum okkara grannalondum hevur viðurkent rættin hjá miðlafólki í teirra almennu public service-fjølmiðlum at skipa seg við egnum sáttmála. Tí eru tað norðurlendsku fakfeløgini fyri miðlafólk, sum samráðast um sáttmálan fyri miðlafólkini í DR, NRK, SVT/Sveriges Radio, YLE, RUV og KNR.
Artikel-11 í evropeisku mannarættindakonventiónini, sum Føroyar eisini hava tikið undir við, sigur beinleiðis, at ”Enhver har ret til frit at deltage i fredelige forsamlinger og til foreningsfrihed, herunder ret til at oprette og slutte sig til fagforeninger for at beskytte sine interesser.”
– Hvussu skal eitt fakfelag verja áhugamálini hjá limunum, um landsins stýri noktar fakfelagnum at samráðast um ein sáttmála, spyr Jón Brian Hvidtfeldt.
Tí er málið prinsipielt. Og tí er tað í dag latið Føroya Rætti.

Tórshavn 7. apríl 2025
Føroysk Miðlafólk

 

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

Í gjár kl. 20:06

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

13 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

15 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

Í gjár kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

19 tímar síðan

Vestergaard: Kósin er sett – Suðuroyggin skal hava fast samband

15 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tvey samdøgur á kjølinum á einari jollu

1 tími síðan
Tíðindi

Putin ávarar um evropeiskar herdeildir í Ukraina

2 tímar síðan
Tíðindi

87 mál vóru skotin í føroyingauppgerðini millum Val og Fram

2 tímar síðan
Fótbóltur

Tvey føroyingalið leiktu javnt 0-0 í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

3 tímar síðan
Tíðindi

Nanortalik atkvøður um at gerast sjálvstøðug kommuna aftur

3 tímar síðan
Tíðindi

Ukraina fremur álop víða um í Russlandi

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: SV Ried megnaði javnleik móti Red Bull Salzburg

3 tímar síðan
Hondbóltur

Maria vann á sínum gomlu liðfeløgum

4 tímar síðan
Tíðindi

Snyrilsmálið noyðir Danmark at hyggja at sær sjálvum í speglinum

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Adrian og liðfelagarnir taptu í Parkini

4 tímar síðan
Hondbóltur

Rói var toppskjútti tá Aarhus vann fyrsta sigurin

5 tímar síðan
Tíðindi

Borgarligar flokkar í Svøríki trúgva upp á vend í valstríðnum

5 tímar síðan