Kanna fyri koronu í gamla studentaskúlanum

Illfýsið veður og vandi fyri avlýsingum hevur nú við sær, at koronukanningarnar í Havn flyta niðan í gamla studentaskúlan í Hoydølum fyri veturin. Kannað verður fyrstu ferð í Hoydølum í morgin, mikudagin.

Sjúkrahúsverkið hevur gjørt av at flyta koronukanningarnar í Havn niðan í Hoydalar, har studentaskúli og HF-skeið var fyrr. Kanningarnar vera inni í skúlanum og tað merkir, at fólk skulu úr bilinum fyri at verða kannaði. Inngongdin verður við fimleikahøllina. Tey, ið eru illa gongd, ganga inn gjøgnum høvuðsdyrnar.

 

Eystara bryggja riggar væl sum kanningarstað, tá veðrið er til vildar. Er illveður, og serliga um ættin er ring, stendur á at skipa fyri kanningunum á Eystaru bryggju, og tað er komið fyri, at Sjúkrahúsverkið hevur avlýst. Hetta er sjálvandi óheppið, tá smittan ger um seg, og tí verða koronukanningarnar nú fluttar í onnur høli fyri veturin. Kannað verður fyrstu ferð í Hoydølum mikudagin 24. november.

 

Fólk skulu enn sum áður bíleggja tíð á korona.fo. Almennu tilmælini eru galdandi.