KÍ hevur hondina á FM steypinum

Verjuspælarar skoraðu málini, tá ið klaksvíkingar í fínum líkindum tryggjaðu sær trý stig í Hólmanum á Eiði, har verjuspælið hjá heimaliðnum var væl skipað

Tað hevur ikki hilnast nakað serligt, tá ið KÍ á útivølli hevur spælt í nýggja útivallarbúnanum, men í kvøld glapp tað í Hólmanum á Eiði. Henda myndin varð tikin hóskvøldið í síðstu viku í Bratislava

Tað sær út til, at talan verður um stóran fótbóltsdag í Klaksvík komandi sunnudag. Alt bendir á, at tá fer KÍ at tryggja sær FM heitið – tað 21. í røðini. Treytin er, at klaksvíkingar á heimavølli fara at vinna ímóti ÍF, sum er undir strikuni, og sum fer til Klaksvíkar uttan seks av føstu monnunum. Fimm eru leikbannaðir, og ein er burturstaddur, og venjarin er eisini bannaður frá at vera á beinkinum.

 

Undan sunnudegnum, tá ið B36, sum er einasti avbjóðarin fer norður til Gøtu, er KÍ níggju stig undan árstalsfelagnum, og málmunurin hjá KÍ er +43, og hjá B36 er hann +32.

 

Í kvøld vann KÍ í framúr góðum fótbóltslíkindum í Hólmanum á Eiði 2-0 ímóti EB/Streymi, sum saknaði tríggjar av føstu monnunum, sum vóru leikbannaðir – Andras Ó. Olsen, Dánjal Godtfred og Bergur J. Poulsen.

 

Sigfríður S. Clementsen hevði sett sítt lið í 5-4-1 útgávu soleiðis, sum landsliðið ofta hevur verið í, og soleiðis sum KÍ í Europa hevur verið í fleiri ferðir í summar.

 

Verjuspælið hjá heimaliðnum var skilagott. Tað var tætt millum keturnar, og heimamenninir vóru aftarlaga á vøllinum. Tað bar við sær, at tað var torført hjá KÍ at finna upplagdar málmøguleikar, hóast teir royndu í borðunum, har bæði Jóannes K. Danielsen og Patrick Da Silva vóru sera framrættaðir, og við at spæla eitt tvey og stinga bóltin fram til Páll A. Klettskarð og Sivert Gussiås, sum vóru fremstir í 4-4-2 spælskipan.

 

Fyrra málið stútaði Odmar Færø við handara stólpa eftir horna úr høgru, sum Árni Frederiksberg tók sær av, og í seinna hálvleiki skoraði vongverjin í høgru Jóannes K. Danielsen eftir flatt innlegg úr vinstru, sum vongverjin í vinstru Patrick Da Silva syrgdi fyri.

 

-Vit royna at varðveita fokus so væl, sum vit eru førir fyri. Tað fleyt betri í fyrru hálvu, enn tað hevur gjørt í heyst. Enn ber ikki til at siga, at vit sunnudagin fara at tryggja okkum FM. Tí hava vit fokus á eisini sunnudagin at gera okkara besta, og vit kunnu ímynda okkum, at teir, sum fara at loysa av hjá ÍF, fara at vísa, hvussu svangir teir eru, sigur málskjúttin og verjuskansin Odmar Færø hjá KÍ, sum harvið tosar væl uttanum veruleikan, at KÍ sunnudagin fer at tryggja sær FM heitið. Hetta sigur hann í samrøðu við FM1.

 

Hjá EB/Streymi vóru tveir spælarar fyri fyrstu ferð á besta liðnum. Longu eftir hálvan tíma noyddist Jákup Hummeland skaddur av vøllinum, og í hansara stað varð Elias Isaksen settur. Í 79. minutti var Abraham Klein Joensen fyri fyrstu ferð settur inn á besta liðið. Hann avloysti Rana Berg í Soylu.

 

-Eg eri ikki misnøgdur, tá ið fyritreytirnar verða havdar í huga. Vit hava spælt tríggjar ferðir ímóti KÍ og hava tapt tvær ferðir við einum máli og í kvøld við tveimum málum. Í fyrru dystunum vóru vit meiri álopshugaðir, enn vit vóru í kvøld. Tað var týdningarmikið hjá okkum at hugsa um málmunin, sum í løtuni er eitt stig verdur, sigur Sigfríður Clementsen í samrøðu við Rúna á Reynatrøð hjá FM1.

 

 

 

EB/Streymur – KÍ 0-2 (0-1)

 

0-1: Odmar Færø 36.

 

0-2: Jóannes K. Danielsen 74.

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

EB/Streymur: Steven van Dijk – Jákup Hummeland (Elias Isaksen, 31.), Markus Hellisdal, Mikkjal Hellisá, Rógvi Egilstoft, Virgar Jónsson – Gutti Dahl-Olsen (Gutti við Streym Jóhansson, 79.), Rani Berg í Soylu (Abraham Klein Joensen 79.), Niels Pauli Danielsen (Dávid Vang, 88.), Rani Hansen – Filip Djordjevic (Hannis Esmarsson Eiðisgarð, 79.)

 

Gult kort: eingjn

 

Venjari: Sigfríður S. Clementsen

 

KÍ: Nils Jonatan Johansson – Jóannes K. Danielsen (Silas Gaard, 88.), Odmar Færø, Deni Pavlovic (Dávid B. Andreasen, 88.), Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, (Jóhan Josephsen, 81.) Jákup B. Andreasen, Issah Ahmed Latif (Mads Bo Mikkelsen, 46.) – Sivert Gussiås (Børge Petersen, 73.), Páll A. Klettskarð

 

Gult kort: Issah Ahmed Latif

 

Venjari: Magne Hoseth

 

232021591662
B36231724491753
HB231535581948
Víkingur231535572248
07 Vestur231049383534
EB/Streymur236314244421
B68234811244020
TB234415145416
ÍF235018226215
AB234118205613

 

Leygardagin 30. september

 

07 Vestur – AB: Rúni Gaardbo kl.  17.00

 

HB – B68: Áki Leittisstein Hansen kl. 18.00

 

Sunnudagin 1. oktober

 

KÍ – ÍF: Alex Troleis kl. 15.00

 

Víkingur – B36: Dagfinn Forná kl. 15.00

 

TB – EB/Streymur: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

 

 

 

Løgmanssteypið 2. hálvfinala

 

Mikudagin 4. oktober

 

HB – 07 Vestur: Alex Troleis kl. 18.00

 

 

 

Tað hevur ikki hilnast nakað serligt, tá ið KÍ á útivølli hevur spælt í nýggja útivallarbúnanum, men í kvøld glapp tað í Hólmanum á Eiði. Henda myndin varð tikin hóskvøldið í síðstu viku í Bratislava