info
Ongi úrslit

Lestrarstuðul til hægri lesna eigur at hækka

Lestrarstuðulin má hækka, soleiðis at Føroyar verða kappingarførar á hesum økinum. Sum nú er, reka vit ungdómin av landinum at lesa, tí vit ikki veita nóg stóran fíggjarligan stuðul í mun til eitt nú Danmark

Heri Danielsen
2. august 2022 kl. 00:33

Virðið ungdómin, so ungdómurin kann virða landið.

 

Hvussu ber tað til, at vit í einum so framkomnum samfelag sum vit hava í Føroyum, siga við okkara ungdóm, ið ynskja sær útbúgving, at tað loysir seg betur fyri tey fíggjarliga at fara uttanlands at útbúgva seg, enn at útbúgva seg í Føroyum? Ynskja vit ikki, at vit ungu skula vilja búleikast og lesa í Føroyum?

 

Um eg fari niður til Danmarkar til hægri lesna, fái eg studning áljóðandi 6.397 kr. um mánaðin. Eftir skatt er upphæddin áleið 5.400 kr. Samstundis fái eg íbúðarstuðul og lægri kostnað á innkeypsvørum. Alt í alt, so eru mínir møguleikar fyri einari hægri livigóðsku, sum lesandi, betri í Danmark enn í Føroyum. Er hettar veruliga tað, vit ynskja? Er hettar at virða ungdómin?

 

Føroyar eiga og skulu vera eitt samfelag, har ungdómurin kann blóma. Ungdómur gevur samfelagnum framgongd, mentan, hugsjón, arbeiðsmegi og mangt annað. Hví reka vit so tey ungu av landinum?

 

Tað er einki dulsmál, at tað er blivið dýrari at liva í Føroyum seinastu árini. Og sjálvt um lestrarstuðulin verður prístalsjavnaður, í mun til livikostna og annað, so er hesin frymilin bert nøktandi, um stuðulin var nóg høgur at byrja við. Tað var hann ikki. Tí er  studningurin, hóast prísstalsjavningina, afturúrsigldur og fer altíð at vera tað. Til dømis er stuðulin farin úr 4.362 kr í 2018 til 4.484 kr. undanfarna skúlaár. Hettar er langt frá kappingarført við millum annað Danmark.

 

Stuðulin skal upp á 5.400 kr um mánaðin!

 

Tí ynski eg, at vit hækka stuðulin til hægri lesna til 5400 krónur, soleiðis, at vit eru kappingarfør á hesum økinum. Vit vita, at tey ungu í Føroyum nýta tað mesta av teirra pengum í Føroyum. Tí er hettar ein fíggjarlig íløga, men ikki minst ein menniskjalig íløga, har vit geva okkara ungdómi tað virðing, tey hava uppiborið. Vit eiga at vera errin av at vera føroyingar, eisini errin av at vera føroyingar undir hægri lesnaði í Føroyum!
 

Virðið ungdómin, so ungdómurin kann virða landið.

Heri Danielsen
Formaður í Unga Sjálvstýri

 

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

Í gjár kl. 22:59

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

Í gjár kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Føroyar deila eitt javnleiks-met við tvey onnur landslið

1 tími síðan
Tíðindi

Partrolarapørini eru øll til fiskiskap

2 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Danmark smurdi Portugal av

3 tímar síðan
Tíðindi

Demokratur vinnur guvernørvalið í Alaska

3 tímar síðan
Fótbóltur

B68 hevur sett nýggjan venjara

4 tímar síðan
Tíðindi

Sjey frystilínuskip fiska í føroyskum sjógvi

4 tímar síðan
Fótbóltur

Her er nýggi venj­ar­in hjá besta mans­lið­num hjá B36

5 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Neistin tapti seinna dystin móti Zug við 22 málum

5 tímar síðan
Hondbóltur

Óli og Jóhan vóru toppskjúttar -Teis vann á Magnusi

5 tímar síðan
Tíðindi

Beinir Johannesen: Vit hækka ikki skattir og gjøld hetta valskeiðið

5 tímar síðan
Tíðindi

Forkunnugar vitjanir í Betesda sunnudagin

5 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: VÍF vann á Team Klaksvík

6 tímar síðan