info
Ongi úrslit

Livdi av at smíða kistur í 46 ár

- Tá dagurin 15. oktober í fjør kom, hevði eg selt mína seinastu kistu, og eg stongdi verkstaðin, sigur Hans Jacobsen, sum smíðaði kistur tað mesta av einari hálvari øld.

Vilmund Jacobsen
3. desember 2021 kl. 20:09

Hans Jacobsen, sum í dag er 80 ára gamal, hevur verið ímyndin av føroyskum kistusmíði í samfull 46 ár. Tey flestu árini hevur hann havt verkstaðin í egnum kjallara í Heinagøtu í Havn.

- Eg plagi at siga, at eg byrjaði at smíða kistur burtur av í 1974, og tá eg gavst á verkstaðnum hin 15. oktober í fjør, hevði eg smíðað kistur í 46 ár.

Hann sigur, at eftir hesi mongu ár við føroyskum kistusmíði, stongdi hann verkstaðin frá degi til dags. Hann hevði nakrar kistur standandi, og allar vóru ikki lidnar.

- Men, tá dagurin 15. oktober í fjør kom, hevði eg selt mína seinastu kistu, og eg stongdi verkstaðin, sigur hann. 

Hans Jacobsen er væl fyri likamliga, og hann heldur, at hann saktans kundi arbeitt nøkur á aftrat.

- Men, vit eru tvey eldri fólk, og konan er illa gongd. Tá eg hevði valið ímillum at passa kisturnar ella í størri mun at hjálpa konuni, valdi eg at gevast á verkstaðnum.

Hann leggur aftrat, at hann og konan klára seg saktans uttan hetta virksemi, sum hevur fylt so nógv í heiminum í Heinagøtu í Havn øll hesi mongu ár.

Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í blaðsølurnar, er stór samrøða við Hans Jacobsen um tíðina sum kistusmiður, og her verður eisini skift orð um ymiskt annað í lívinum hjá honum.
 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

2 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

3 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

3 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

5 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

6 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

6 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

7 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

7 tímar síðan