Suðuroyartunnilin verður eitt mál, sum fer at fylla nógv í politikkinum í næstum. Arbeiðið er komið so mikið langt nú, at haldførismetingar eru gjørdar um, hvat tað fer at merkja fyri fíggjarlógina komandi nógvu árini. Tað sigur Aksel V. Johannesen í samrøðu við Sosialin.
– Og sjálvur haldi eg, at tað sær rímuliga fornuftugt út, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
– Sjálvandi hevur Suðuroyartunnlin stóran týdning fyri suðuroyingar fyrst og fremst, og at tryggja framtíðina hjá Suðuroy, men eg haldi eisini, at um vit hyggja eftir útrokningunum, sum eru gjørdar, so er tað heldur ikki heilt býtt fyri fíggjarlógina at gera ein Suðuroyartunnil. Men tað er tann størsta einstaka íløgan í føroyska samfelagið sum nakrantíð er gjørd, og tí hevur tað eisin stóran týdning at fáa eisini breiða semju um tað millum samgonguflokkar og andstøðuflokkar, og tað er ein politiskur fylgibólkur, og eg eri øgiliga optimistiskur um, at tað fer at eydnast at fáa eina breiða semju um at fara undir at gera ein Suðuroyartunnil – millum allar flokkar í Løgtinginum, heldur løgmaður.
Ætlanin er at tað arbeiði er komið so mikið langt, at tað verður ein fundur í politiska fylgibólkinum í august og so vónar løgmaður, at tað ber til at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið í hesum árinum.
Løgmaður vil hava breiða semju um Suðuroyartunnil Løgmaður vil hava breiða semju um Suðuroyartunnil
Suðuroyartunnilin, sum er størsta einstaka íløga í føroyska samfelagið, kemur væntandi fyri Løgtingið í hesum árinum
Eirikur Lindenskov
20. juli 2024 kl. 18:35
Mest lisið hesa vikuna
Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól
10. november kl. 22:37
Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum
Í gjár kl. 22:59
Aksel ger útlendskt øl dýrari
9. november kl. 23:20
Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj
10. november kl. 13:35
Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya
11. november kl. 13:05
Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni
Í gjár kl. 08:07
Fleiri tíðindi
Fótbóltur
Føroyar deila eitt javnleiks-met við tvey onnur landslið
4 tímar síðan
Tíðindi
Partrolarapørini eru øll til fiskiskap
5 tímar síðan
Fótbóltur
Nations League: Danmark smurdi Portugal av
6 tímar síðan
Tíðindi
Demokratur vinnur guvernørvalið í Alaska
6 tímar síðan
Fótbóltur
B68 hevur sett nýggjan venjara
7 tímar síðan
Tíðindi
Sjey frystilínuskip fiska í føroyskum sjógvi
7 tímar síðan
Fótbóltur
Her er nýggi venjarin hjá besta mansliðnum hjá B36
8 tímar síðan
Hondbóltur
European Cup: Neistin tapti seinna dystin móti Zug við 22 málum
8 tímar síðan
Hondbóltur
Óli og Jóhan vóru toppskjúttar -Teis vann á Magnusi
8 tímar síðan
Tíðindi
Beinir Johannesen: Vit hækka ikki skattir og gjøld hetta valskeiðið
8 tímar síðan
Tíðindi
Forkunnugar vitjanir í Betesda sunnudagin
8 tímar síðan
Hondbóltur
Burn: VÍF vann á Team Klaksvík
9 tímar síðan