info
Ongi úrslit

Málverjin skoraði og bjargaði Undrið FF

1. DEILD: NSÍ var á sigurskós, inntil klokkan var farin fýra minuttir út um vanligu leiktíðina

Jóannes Hansen
10. september 2022 kl. 16:46

Tað var stórur dramatikkur, tá ið Undrið FF seinnapartin hevði vitjan av NSÍ, sum arbeiðir við stórari orku fyri at sleppa undan at flyta niður.

Tá ið vanliga leiktíðin var farin í Hoyvík, var støðan 3-2 til NSÍ, og støðan helt sær, inntil stóripinnur var farin fimm ferðir runt aftrat. Tá javnaði Undrið FF. Heimaliðið hevði deyðbólt, og málverjin Petur Meinhard Magnussen fór fram í álopið. Bólturin varð lagdur í brotsteigin, og har var tað Undrið FF málverjin Petur Meinhard Magnussen, sum við høvdinum setti bóltin í málið. 3-3 og eitt stig í part.

Fyrstu løtuna bendi einki á, at NSÍ ikki fór at vinna øll stigini.

Marjus Nón setti hol á longu í 3. minutti, og tríggjar minuttir seinni økti Tehor Korytskyi um munin til 2-0.

Hesa løtuna var tað rættiliga stutt millum málini. Bjarni Brimnes minkaði um munin miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og 13 minuttir undan steðginum var tað Ari Langgaard, sum økti um munin til 3-1.

Sjey minuttir undan steðginum umsetti Martin Hjaltalin Dam brotsspark til mál og 3-2.

Sum seinni hálvleikur leið, hevði heimaliðið fleiri møguleikar, og so var tað í síðstu sekundunum, at málverjin hjá Undrið FF skoraði og bjargaði heimaliðnum eitt stig.

Undrið FF er á fjórða plássi við 36 stigum, og NSÍ er næstaftast við 15 stigum.

Hósdagin fer Undrið FF at spæla á útivølli í grannauppgerð ímóti B36, og fríggjadagin fer NSÍ at spæla á útivølli ímóti B71.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fýra bilførarar fingu klipp í koyrikortið

8 minuttir síðan
Tíðindi

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

51 minuttir síðan
Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir knógvaðu eitt stig á útivølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Finska uttan­ríkis­ráð­frúan hitt­ir Rubio um krígg­ið í Ukraina

6 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um misnýtslu av vitlíkimyndum

7 tímar síðan
Tíðindi

Formula skal styrkja KT-trygdina hjá Sjúkrahúsverkinum

8 tímar síðan
Tíðindi

Gillian Anderson í Filmsfelagnum

8 tímar síðan
Fótbóltur

SV Ried reyk úr steypakappingini aftaná longda leiktíð

9 tímar síðan
Fótbóltur

Strømgodset tapti greitt fyri Molde í steypakappingini

9 tímar síðan
Tíðindi

Diplomatiskur brølari av Mette

9 tímar síðan
Hondbóltur

Trúgvi Hávardsson og liðfelagarnir taptu stórt á Hafnarfirði

10 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mattias legði upp til mál í 3-0 sigri hjá Västerås SK

10 tímar síðan