MGP vika í Vágs skúla endaði við einum braki í kvøld

Heiðursmerki vórðu latin innan ymisk øki. Heiðursmerkini vórðu framleidd á FabLab í vágs Skúla.

Hesa vikuna hava næmingar í Vágs skúla, saman við lærarum og starvsfólki, arbeitt saman um MGP (melodi grand prix).

 

Næmingar hava arbeitt á verkstøðum mánadag og týsdag við eitt nú dansi, sangi, pallmynd, klæðum, video og meira.

 

Mikudagin bleiv so vant á væl pyntaðu fimleikarhøllini, ið var karmurin um allar framførslur, ið vóru á skránni hósdag.

 

Næmingarnir valdu sjálvir eitt kent lag, og so saman við læraranum bleiv tekstur gjørdur. Tekstirnir snúðu seg um vinarlag, summarferiu, kríggj og frið og meira, sum tey so eisini gjørdu videolag og framførslu til.

 

Alt hetta var so partur av stórum MGP-tiltaki, einum braki, ið var í Vágs skúla frá kl. 16.30-20.00 hósdagin, har næmingar saman við lærarum gingu á reyðum leypara, framførdu, skemtaðu og hugnaðu sær, og soleiðis kom hendan evnisvikan at enda við at heiðurslønir vóru latnar.

 

Heiðursmerki vórðu latin innan ymisk øki. Heiðursmerkini vórðu framleidd á FabLab í vágs Skúla.

 

##med2##