Nú bjóðar KÍ havnarmonnum av

Tá ið FM heitið er fokið snýr tað seg um at røkka silvurkrónunum, sum vera upp á spæl, tá ið HB um tvær vikur verður gestur í Klaksvík

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo

Punktum varð seinnapartin sett fyri 21. umfari í landskappingini hjá monnum. KÍ hevði vitjan av Skála, og gestirnir fóru til hús við 3-1 tapi.

 

Hálvleiksstøðan var 1-0. Málið í fyrra hálvleiki skoraði eyðsýndi René Shaki Joensen, sum í dag í útgangsstøðu var miðvallari og at enda var miðverji saman við innskifta Børga Petersen, tá ið bæði Odmar Færø og Alexander Berntsson miðskeiðis í seinna hálvleiki vórðu skiftir. Karstin Hansen í málinum hálvbjargaði fyrrru royndina, og René snaraði runt um seg sjálvan, áðrenn hann smekkaði bóltin upp í nettakið. Hetta var fyrsta málið hjá René í landskappingini í ár.

 

Páll A. Klettskarð økti til 2-0 fimm minuttir eftir steðgin. Talan var um fínt uppspæl, tá ið Odmar Færø stakk bóltin fram, og Jóannes K. Danielsen so við flatari sending spældi toppskjúttan leysan stutt úr málinum. Hetta var 18. málið hjá Páll A. Klettskarð í landskappingini í ár.

 

Inntil tað restaðu fimm minuttir, sá tað út til, at KÍ hevði fult tamarhald á støðuni. So var tað, at bólturin tók í hondina á einum av heimamonnunum, og finski dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Tað setti 19 ára gamli miðvallarin Emil Rosenberg í netið, og í sínum fimta dysti fyri Skála var hann fyri fyrstu ferð málskjútti.

 

Skálamenn tevjaðu møguleikan at vinna stig. Hóast heimaliðið støðugt var leikliga omaná og væl meiri á bóltinum, so var avrikið hjá skálamonnum ongantíð soleiðis, at tað bar boð um lið, sum møguliga fer at flyta niður.

 

At gestirnir minkaðu um munin bar við sær, at KÍ spenti seg eitt sindur út aftur, og tveir minuttir undan leikloki var tað Kristoffer Ødemarksbakken, sum staðfesti 3-1 sigurin eftir upplegg frá Árna Frederiksberg. Kristoffer Ødemarksbakken avloysti beinanvegin eftir steðgin Joseph Michael Williams í framrættaðu ódnini í vinstru. Hetta var triðja málið hjá Ødemarksbakken, síðani hann í summar flutti til Klaksvíkar.

 

Heimasigurin í dag ber við sær, at KÍ hevur 48 stig. Tað er sama stigatal, sum HB hevur, men málmunurin hjá HB er +26, meðan hann hjá KÍ er +24. Næsti dysturin hjá KÍ verður sunnudagin 15. september, tá ið verður gestur í Klaksvík og talan verður um uppgerð um næstfremsta plássið.

 

Skála er á áttanda plássi við 15 stigum. Tað er eitt stig aftur til B68, sum er undir niðurflytingarstrikuni. Næsti dystur hjá Skála verður leygardagin 14. september, tá ið 07 Vestur verður gestur undir Mýruhjalla.

 

 

 

KÍ – Skála 3-1 (1-0)

 

1-0: René Shaki Joensen

 

2-0: Páll A. Klettskarð

 

2-1: Emil Rosenberg br

 

3-1: Kristoffer Ødemarksbakken

 

Dómari: Mika Pesonen úr Finnlandi

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Alexander Berntson, Ahmed Latif – René Shaki Joensen, Deni Pavlovic, Mads Bo Mikkelsen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð,  Joseph Michael Williams

 

Venjari: Espen Haug

 

Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Markus J. Hellisdal, Kristian Martin Jakobsen, Djóni Petersen – Nicolai Dohn, Emil Rosenborg – Ragnar Skála, Ari Ó. Ellingsgaard, Marjus Nón – Maxwell Effiom

 

Venjari: Pauli Poulsen

 

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo