info
Ongi úrslit

Nú hevur NSÍ fult fokus á FM

Teir gulu og svørtu fóru í Klaksvík í kvøld úr Europa við røttum ryggi

Jóannes Hansen
13. august 2026 kl. 20:31

Leikluturin hjá NSÍ í europeiskum fótbólti er av á hesum sinni. Tað varð staðfest í Klaksvík í kvøld, tá ið NSÍ hevði vitjan av sveisiska Lugano. Í Sveis vann Lugano í 33 hitastigum 2-0. Í kvøld vóru tað eini 20 stig færri, men líkindini vóru góð at spæla fótbólt, tí tað var stilt, og tað bilti einki, at tað meiri enn so kendist úr honum.

Úrslitið í kvøld var 2-2. Eina løtu var NSÍ frammanfyri 2-0, og tá var tað heilt spennandi.

Liðið hjá Lugano er væl hægri styrkismett enn NSÍ, og sum tíðin leið, so sást tað, at sveisiska liðið er á eitt vet hægri stigi enn NSÍ. Men teir gulu og svørtu vóru púra óimponeraðir. Teir løgdu bragdliga fyri, og tá ið ein lítil hálvur tími var farin, fingu áskoðararnir og teir á vøllinum uppaftur betri mót.

Aftur í kvøld var Sammy Skytte fremsti maður, og fleiri ferðir vísti hann góða bóltførleikan, tá ið hann við stóru kropsligu styrkini tamdi bóltin og fann viðspælarar frammarlaga á vøllinum.

Soleiðis var tað, tá ið álop í vinstru, har vongverjin Filip Drinic eisini var uppií, endaði við, at Sammy Skytte stakk bóltin fram í vinstru, har sera eyðsýndi Petur Knudsen rann frá verjuni og sendi bóltin í málið.

Og tá ið ein stórur tími var farin, varð tað uppaftur meiri spennandi, og aftur átti Petur Knudsen stóran leiklut. Petur Knudsen spældi eitt tvey við Jann J. Benjaminsen, áðrenn hann streyk til baklinjuna og spældi flatt inn fyri málið, har Marius Kryger Lindh var púra leysur, tá ið hann skoraði, og so var 2-0 til NSÍ og harvið samantalt 2-2.

Soleiðis var støðan í seks minuttir. Tá minkaði sveisiska liðið um málmunin til 2-1, og tíggju minuttir undan leikloki javnaðu gestirnir til 2-2.

Teir í NSÍ eiga at iðra seg um málini, sum teir fingu ímóti sær, tí í báðum førum var talan um, at bólturin við frísparki varð lagdur mitt innfyri málið, har hann úr stuttari fjarstøðu og við høvdinum varð stýrdur í málið.

Síðstu 20 minuttirnar høvdu gestirnar leikliga yvirvág, men NSÍ liðið orkaði heilt væl at fylgja við, og tað tænir NSÍ til heiður, at tað eydnaðist at vinna føroyskum fótbólti eitt stig.

NSÍ er topplið í Meistaradeildini, og nú verður fult fokus á landskappingini, har teir gulu og svørtu eru FM favorittar. Næsti dysturin verður sunnudagin, tá ið EB/Streymur verður gestur í Runavík.

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Sandnes ULF fekk bank á útivølli

45 minuttir síðan
Tíðindi

Skagerak: Fýra sluppu av brennandi fiskiskipi

7 tímar síðan
Hondbóltur

HØJ heldur fast í oddasessinum - Mors Thy tapti í Aalborg

7 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Marita og liðfelagarnir taptu í Kroatia (Champions League)

8 tímar síðan
Fótbóltur

FM-vinnararnir mistu stig á heimavølli

9 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Víkingur - AB

9 tímar síðan
Fótbóltur

Landsliðsliðskiparin brendi brotsspark - Liðið hjá Jóhannu vann toppdystin

10 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: NSÍ - 07 Vestur

10 tímar síðan
Fótbóltur

Nýggi álops­spæl­ar­in hjá Vík­ingi var tví­fald­ur mál­skjútti

11 tímar síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Óla og Jóhan vunnu sínar dystir

11 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: B36 - Skála

11 tímar síðan
Tíðindi

Bodø: Hava funnið líkið av manni sum koppaði á vatnskutara

11 tímar síðan