Nú hevur Víkingur fleiri møguleikar

Við tveimum málum hevur Jákup Johansen givið Víkingi fleiri møguleikar í álopinum

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jákup Johansen leggur Víking á odda

Víkingur vann í gjár 2-1 á EB/Streymi við Margáir í 13. umfari í Betri deildini hjá monnum. Sermerkt fyri dystin var, at tað vóru tveir “nýggir” áleyparar í álopinum hjá Víkingi.

 

Jákup Johansen byrjaði á fyrsta sinni síðani 2. umfar, eftir ein drúgvan lýskuskaða. Hann byrjaði í álopinum og skoraði bæði málini hjá gestunum úr Gøtu og Leirvík. Hann hevur annars spælt mest á vonginum.

 

- Tað var deiligt at sleppa á vøllin aftur. Olaf Bárðarson og Arnbjørn Svensson hava gjørt tað so væl, at eg ikki sleppi á vongin. Ætlanin var at eg skuldi brúka mína ferð og vit skuldu spæla í bakrúmið. Tað riggaði í báðum málunum, fortaldi Jákup Johansen FM1 eftir dystin.

 

Hann bleiv avloystur av Finni Justinussen í seinna hálvleiki. Hann hevur sitið uttanfyri síðani í fjør, tá hann fekk álvarsaman knæskaða. Hann hevur spælt og skotið mál á næstbesta liðnum. Í gjár komu fyrstu minuttirnir á besta liðnum.

 

Hvørki Andreas Lava Olsen ella Martin Klein Joensen vóru við í gjár. Jóan Petur Poulsen, venjari hjá Víkingi, hevur nú fleiri møguleikar á fremstu plássunum. Tað kemur helst væl við, nú Víkingur er aftur í Evropa.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jákup Johansen leggur Víking á odda