info
Ongi úrslit

O, Kringvarpið!

Johan Petersen
15. mars 2023 kl. 16:34

1. partur
"A masterpiece of inconclusiveness"

- John F. West, Faroe - the emergence of a nation, 1972

Mentanardeildin hjá Kringvarpinum hevur nógvar stak áhugaverdar og góðar sendingar um lív og virki hjá okkum føroyingum. Tí er tað so mikið størri vónbrot, tá ið sama mentanardeild leggur navn til ósakliga og villleiðan nationalistiska sending

Mentanardeild Kringvarpsins hevur í nógv ár givið okkum sera áhugaverdar og góðar sendingar um lív og virki hjá okkum føroyingum, eitt nú Credo, við Tóra á túri, Málteigin, andaktir og gudstænastur.

Tí er tað við sorgblídni, at eg skrivi um sendingina O, móðurlandið!, sum starvsfólk hjá mentanardeildini hevur gjørt og mentanarleiðarin hevur tikið ábyrgd av, tí hon so fullkomiliga brýtur við øllum tí, sum mentanardeildin annars stendur fyri.

Sambært lógum, sáttmálum og øðrum ásetingum skal Kringvarpið gera sendingar, sum m.a. eru:

sakligar, óheftar, álítandi, savnandi, dygdargóðar, fjøltáttaðar, ikki á nakran hátt elva til mannminkan, halda góðan fjølmiðlasið, hava størsta trúvirði og eru professionellar.

Tí er tað við tess størri vónbroti, at staðfestast má, at nevnda sending als onki fyrilit tekur fyri hesi kjarnuvirði kringvarpsins, sum eru grundarlag undir trúvirði stovnsins.

Myndin er ikki tøk

Sendingin er merkt av ósannindum og villleiðingum, sum t.d. hvat forsætisráðharrin hugsar, tá hann fær karm, Emma Gad, sum hevur ligið undir grønu torvu í meiri enn 100 ár, verður grivin uppaftur og ílætin litfagran búna uttan takt og tóna og Føroyar samanborin við eina koloni.

Myndin er ikki tøk

Orðini hjá Hanus Kamban, at vit hava eitt sindur av stríði altíð at geva danskarum skyldina gongur sum ein reyður tráður ígjøgnum sendingina.

Greiðasti háttur at vísa á, hvussu út av lagi vánaliga, sendingin er skrúva saman, er eftir mínum tykki at kanna eftir, hvør, íð luttekur og hvussu nógva tíð, hvør einstakur fær tillutað í sendingini. Hetta havi eg gjørt, og sæst úrslitið á grafisku myndini omanfyri. Og hvussu loysingarfólk frambera søguligt tilfar, tá íð tey fáa møguleikan at sleppa fram at fjølmiðlunum – tað vita vit øll! Og so kallar Kringvarpið hetta fyri ein dokumentar!

Tó skal tilrættaleggjarin hava rós fyri góðan málburð og dugnaliga samanseting – bert spell, at so lítið av tilfarinum er eftirfarandi og rætt.

Og henda sending er bert 1. av 6 - uha,uha. Næsti partur kemur í hóskvøld kl. 19.25. Hyggið og lurtið – er hetta veruliga rætt ella tann reina propaganda?

 

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

Í gjár kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

28. september kl. 17:30

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

BK Häcken vann risastóran sigur á heimavølli

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Gunnar Vatnhamar er klárur til 90 minuttir aftrat

1 tími síðan
Tíðindi

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

2 tímar síðan
Fótbóltur

Højlund tryggjaði Danmark týðandi sigur

2 tímar síðan
Tíðindi

Netanyahu krevur trygd­ar­kann­ing eftir álop í flogfari

3 tímar síðan
Fótbóltur

ÍBV tapti stórt men liggur enn til at vinna bronsu

3 tímar síðan
Tíðindi

USA tekur øll síni bumbuflogfør heim av flogstøð í Bretlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Koyrdi ávirkaður og uttan koyrikort

3 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Danmark vann og Noreg tapti

3 tímar síðan
Tíðindi

Trý val­evni á odda í Bosnia-Herse­govina

4 tímar síðan
Hondbóltur

Rannvá Olsen og liðfelagarnir koppaðu oddaliðnum

5 tímar síðan
Tíðindi

Maður breyt knæið eftir bardaga

5 tímar síðan