Pernille toppskjútti í føroyingauppgerð - Súna og Lív taptu grannauppgerð

Tað gjørdist soltið við spælitíð til Anniku Fríðheim Petersen í kvøld

Tað var lagt upp til føroyingauppgerð í bestu donsku kvinnudeildini í kvøld, tá liðið hjá føroysku landsliðsleikarunum, Randers hjá Pernillu Brandenborg og Nykøbing Falster hjá Anniku Fríðheim Petersen hjá Nykøbing Falster spældu í Randers í kvøld.

 

Nykøbing Falster vann dystin 31-27. Í steðginum var Nykøbing Falster á odda 17-15. 

 

Pernille gjørdist toppskjútti hjá Randers við sjey málum uppá sjey málroyndir. Annika slapp tíverri bara eina ferð inn á vøllin at verja málið hjá Nykøbing Falster, og tað var í samband við eitt brotskast hjá Randers. 

 

Súna K. Hansen skoraði eitt mál uppá fimm málroyndir, og Lív S. Poulsen skoraði eitt mál uppá fýra málroyndir, tá Ajax tapti greitt 16-25 í grannauppgerðini móti København á útivølli. København var á odda 12-7 í steðginum.

 

Hin føroyski landsliðsmálverjin, Rakul Wardum var ikki við í hópinum hjá Ajax í kvøld. 

 

Nykøbing Falster er nummar tvey í deildini við seks stigum, sama stigatali sum Odense, ið liggur fremst við betri málmuni. Randers er nummar níggju og Ajax er nummar 11 við tveimum stigum hvør.

 

Komandi týskvøld spælir Randers móti Horsens á útivølli. Sama kvøld hevur Nykøbing Falster heimadyst móti Silkeborg-Voel. Komandi mikukvøld hevur Ajax heimadyst móti Skanderborg.