Ein ukrainskur stríðsvognur á veg til Kursk

Russland tekur hermegi aftur av ymsum hermótum í Ukraina

Orsøkin er ukrainska innrásin í russiska Kursk-landslutin.

Ein ukrainskur stríðsvognur á veg til Kursk

Keldur í amerikanska embætisverkinum, ið Wall Street Journal hevur tosað við, vilja nú vera við, at russar taka hermegi aftur av ymsum hermótum í Ukraina.

 

Keldurnar vilja onki siga um, hvussu nógva hermegi talan er um, men fráboðanin váttar ukrainsk uppáhald um tað sama.

 

Ukrainar hava hinvegin sent fleiri stríðsvognar og brynjuvard akfør at stuðla herdeildirnar í Kursk.

 

Ovasti leiðarin í ukrainsku heryvirleiðsluni, Oleksandr Syrskyj, vil vera við, at ukrainar nú hava tikið 74 russiskar bygdir og býir.

 

Mykhailo Podoljak, ráðgevi hjá ukrainska forsetanum, segði herfyri, at í Russlandi “eru tey vís í, at landøki teirra er púra friðhalga og at ongin kann oyðileggja útgerðar-, flutnings- og hermannavistasamskipanina og infrakervi har. Í hesum døgum vísir Ukraina, at soleiðis er ikki.

 

Ein ukrainskur stríðsvognur á veg til Kursk