info
Ongi úrslit

Seks fólk tikin fyri at koyra við kenning

Nógv tiltøk hava verið ymsastaðni, so tað hevur verið eitt øgiligt fólk í býnum

Áki Bertholdsen
8. mai 2022 kl. 09:00

Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum ymsastaðni kring landið í góðveðrinum í nátt. Tað hava eisini verið fleiri stór tiltøk í nátt, á Toftum var bátastevna, í Vági var dansibandsfestivalur og í Havn høvdu tey ein dag á grynnuni, har tey varpaðu ljós á mat úr sjónum og krúnan á verkinum í tí sambandinum var, at eisini ein grind legði beinini í Sandagerði í gjár.

Men løgreglan sigur, at sum heild hevur tað verið rættiliga friðarligt. Tveir mans komu til ilnar á einum skeinkistaðið í Havn og har varð annar sligin so meint, at løgreglan viðger tað sum harðskap. Teir báðir menninir, og vitni, verða so avhoyrd nú.

Tá ið slík tiltøk eru, er rúsdrekka altíð uppi í, og løgreglan mátti ásanna, at tað eru ikki øll, sum duga sær hógv. Í hesum sambandi vórðu heili seks fólk tikin fyri rúsdrekkakoyring í gjár og í nátt. Tvey fólk vórðu tikin í Suðuroy, ein í Havn, ein norðanfyri, og í Eysturoy vórðu tveir mans tiknir fyri at koyra prutl við kenning.

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Skipið vitjaði í Havn – fáar vikur seinni vóru 40 menn deyðir

22 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Vit skulu ikki hava eitt vit og tit Føroyar

3 tímar síðan
Hondbóltur

Ajax kom á sigursslóðina aftur

5 tímar síðan
Størv
Kelda: taks.fo

Málsviðgeri til TAKS á Tvøroyri

5 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Hanus legði upp til mál í stórsigri hjá NK Aluminij

6 tímar síðan
Hondbóltur

Jana vann stórsigur á Rakul

6 tímar síðan
Tíðindi

Bara eitt tingfólk skilur partarnar í Svøríki

6 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy hevur enn fyrsta stigið til góðar

7 tímar síðan
Tíðindi

Væntandi verður nakað av útróðri í vikuni

7 tímar síðan
Fótbóltur

Niðara endaspælið: 07 Vestur og B36 vunnu stórsigrar

7 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap

7 tímar síðan
Fótbóltur

Mattias vann stórsigur á Gullbrandi og Olafi

7 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Hákun var næstbesti málskjúttin hjá Füchse Berlin

8 tímar síðan