Skála Ítróttarfelag bjóðar øllum Skálafjepparum tvær jólagávur úr Danmark undan 2019 kappingarárinum.
Søren Brøsted Nielsen, sum veruliga vísti sínar dygdir í seinnu hálvu í 2018, hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við felagið. Serliga dystin ímóti AB á Argjum vísti hann, at hann er ein tann besti áleyparin í føroysku kappingini.
Við honum úr Danmark kemur Ronni Møller-Iversen, sum ætlast at vera við til at mynda offensiva spælið hjá Skála í 2019. Ronni spældi við KÍ seinasta kappingarár.
-Hann hevur eyðsýndar kvalitetir, sum passar væl inn í spælistílin hjá okkum, verður sagt á heimasíðuni hjá Skála.
Umframt at spæla við besta liðnum hjá Skála ítróttarfelag, fara teir báðir at venja eitt ungdómslið í part hjá felagnum. Søren verður eisini samskipari hjá felagnum í 2019.
Skála Ítróttarfelag arbeiðir annars við at leggja síðstu hond á liðið og venjaratoymið, so nakrar gávur eru eftir at kunngera.
-Vit ynskja Ronni vælkomnum til felagið og Søren vælafturkomnum til felagið, siga tey á Skála.
Eyðun Klakstein heldur fram sum venjari á Skála, har teir undan jólum fóru undir fyrireikingarnar til nýggju avbjóðingina.