Skúlanæmingar funnu fløskupost Niðri á Mølini

- Fløskuposturin er eldri enn allir næmingarnir í skúlanum, sigur Nóa Sólsker, sum sjálvur annar vitjaði á kommunuskrivstovuni at siga frá um forkunnuga fløskupostin.

 

Á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu í dag er ein fitt søga, sum Martin Kristoffur Kristiansen hevur skrivað. Søgan byrjar fríggjadagin í farnu viku, tá næmingar í Eiðis skúla skipaðu fyri ruddingardegi í bygdini.

 

Tað var í hesum sambandi, at næmingar í 7. flokki funnu nakað so sjáldsamt, sum ein fløskupost Niðri á Mølini. Tveir av næmingunum hava verið fram við á kommunuskrivstovuni og hava greitt frá tí, teir funnu.

 

Hetta vóru 13 ára gomlu, Nóa Sólsker og Aleks Rosas Langaard. Aftrat teimum á ruddingardegnum var Boas Høghamar úr 6. flokki, men hann var ikki við til samrøðuna á kommunuskrivstovuni henda dagin.   

 

Á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu verður víst á, at fløskuposturin er dagfestur hin 27. oktober í 2009 og er sostatt næstan 15 ára gamal. Nóa Sólsker vísti á, at fløskuposturin soleiðis er eldri enn allir næmingarnir í skúlanum. 

 

Spurdir, hvussu tað var at finna postin, søgdu teir soleiðis:

 

- Vit sóu eina fløsku Niðri á Møl. Vit koyrdu fløskuna í skrell, men Nóa sá okkurt blátt pappír í henni, og tað var hetta pappírið, sum vísti seg at vera ein fløskupostur, sendur úr Nørre Nissum í Danmark.

 

##med2##

 

Boðini úr Jútlandi snúgva seg um, at viðkomandi, ið finnur postin, verður biðin um at seta seg í samband við sendaran og greiða frá, hvar fløskan er endað. Í brævinum verður hugleitt um, hvar posturin man fara at enda, og her verður víst á, at møguleikarnir eru fleiri.

 

- Tað er júst hetta, ið ætlanin er sambært næmingunum. Teir hava gjørt eitt skriv klárt, og tað verður sent ein av fyrstu døgunum, siga tey í Eiðis kommunu í dag.