SMS: Neistin vann seg upp á annað plássið

Neistin vann tepran sigur á Stjørnuni

Mikukvøldið var ein dystur leiktur í SMS-deildini.

 

Neistin tók móti Stjørnuni í høllini á Hálsi.

 

Í fyrra hálvleiki var Stjørnan omaná, og í steðginum vóru klaksvíkskvinnur á odda 16-14. 

 

Neistin var omaná í seina hálvleiki, og vann at enda 28-26. Stjørnan skoraði til 26-27 tá bert 36 sekund vóru eftir av dystinum. Tá bert átta sekund vóru eftir av dystinum tryggjaði Frida Holm Jacobsen Neistanum sigurin.

 

Við sigrinum vinnur Neistin seg fyribils upp á annað plássið, ið aftaná lokið grundspæl gevur beinleiðis atgongd til hálvfinalurnar.

 

Neistin-Stjørnan 28-26 (14-16)

 

Neistin: Maria P. Nólsoy 8, Bjørk F. Joensen 6, Sára S. Mikkelsen 3, Sólbjørt Høj 3, Frida Holm Jacobsen 2, Marjun F. Danberg 2, Silja Olivia Heðinsdóttir 2, Petra Ó. Reynstind 1, Hervør Niclasen 1. 

 

Stjørnan: Iulia Nalivko 5, Durita Ljósstein Johansen 5, Malene Madsen 4, Tóra Eliasen 4, Jancy H. Jacobsen 4, Sonja S. á Bergi 3, Mona S. Henriksen 1. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H7182791879215
 NEISTIN92441964814
 KYNDIL82511826913
 STJØRNAN92732423112
 VÍF8206232-266
 VB8157222-653
 STÍF8178244-663
 EB8178261-830