info
Ongi úrslit

So Stella Maris í søguna

Húsini, sum í sínari tíð vóru stóra advokatskrivstova, millumskúli, kostdeild, men sum seinastu sløkur 60 árini hava verið vøggustovna, lúta nú fyri nýggjum skúla.

Eirikur Lindenskov
14. mars 2023 kl. 17:45

Húsini hava í fleiri umførum verið advokatskrivstova og bústaðarhús. Advokat Helge G. Simons seldi húsini til Børge Hustedt Andersen, advokat, í 1936. Hann húsaðist har til hann fór av landinum í 1949.

Húsini hava síðan verið brúkt til mangt og hvat. Var kostskúli hjá nonnunum seinast í 50'unum og síðan millumskúli, áðrenn tey blivu vøggustova.

Húsini liggja væl fyri. Stutt er til Viðarlundina, Grasagarð, vøllirnar í Gundadali, og býarbussurin steðgar beint við. Harumframt er ein av bestu gørðunum í býnum á staðnum.

Søgan um Stella Maris vøggustovuna gongur aftur til 1958, tá nonnurnar settu á stovn ta fyrstu vøggustovuna í landinum.

Myndin er ikki tøk

Í byrjanini helt vøggustovan til í tveimum skúlastovum á Sankta Frans Skúla, beint hinumegin vegin, men í 1965 flutti vøggustovan niðan til betri og rúmligari umstøður í Stella Maris.

Nú skal byggjast nýggjur framhaldsskúla til Sankta Frans skúla á staðnum. Tað verður byggifyritøkan HVT, sum skal gera arbeiðið fyri kommununa – arbeiðið, sum nú er farið í gongd. Arbeiðið kostar 28,5 milliónir krónur.

Myndin er ikki tøk

Við hesum fer Sankta Frans skúli at hava næmingar úr forskúla til 9. flokk, ið hevur verið stórt ynski hjá skúlanum í mong ár. Í skúlanum verða seks skúlastovur, umframt serhøli og fakhøli, eins og starvsfólkaumstøður og felags uppihald.

Bygningurin er umleið 1100 fermetrar og sambært tíðarætlanini verður hádeildin tikin í nýtslu til skúlaárið 2024/25.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tjørnuvíkar­tunnil: Borað verður seint í 2027 ella tíð­liga í 2028

5 minuttir síðan
Tíðindi

Øll partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni

48 minuttir síðan
Tíðindi

Gekk væl at fáa tangabilin uppaftur

50 minuttir síðan
Tíðindi

Eitt skip er í Eysturgrønlandi og eitt er á Flemish Kap

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Ótrúligi dystarendin THW Kiel-Rhein Neckar Löwen 37-36

1 tími síðan
Tíðindi

Tryggari at ferðast í miðbýnum í Fuglafirði

1 tími síðan
Tíðindi

Vegurin gav eftir und­ir olju­bil­i­num inni í Dal

2 tímar síðan
Tíðindi

Laksaaling í Seyðisfirði kann skapa 10–15 arbeiðspláss

2 tímar síðan
Tíðindi

Maður skuld­sett­ur fyri at hava blott­að seg í svimji­hyli

3 tímar síðan
Tíðindi

Eivør gevur út nýggja plátu – TUNGL

4 tímar síðan
Tíðindi

Skipasøla ella søla av fiskirættindum?

4 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vunnu Füchse Berlin og Skanderborg-Aarhus í Champions League

5 tímar síðan