Starvsfólkaútferðir við NAX - North Atlantic Xperience

NAX hevur í nógv ár fyriskipað starvsfólkaútferðir til føroyingar og útlendingar. - Vit bjóða eina breiða viftu av útferðum, og hjá okkum er alt møguligt, sigur stjórin.

 

Samstarvsmenning

– Uttan mun til, um tit ynskja upplivingar á landi, á sjónum ella í luftini - ella kanska eitt sindur av hvørjum - seta vit skránna saman júst eftir tykkara ynskjum.

 

Tað sigur Eyðun Berg, stjóri í NAX.

 

Í Føroyum eru góðir møguleikar at tvinna toymismenning saman við ógloymandi upplivingum, langt burtur frá gerandisdegnum. Soleiðis styrkist fatanin, og málið festir seg hjá luttakarunum.

 

– Vit hava drúgvar royndir við at menna og optimera bólkar og lið, umframt at grundleggja og framhaldandi røkja virðisgrundarlagið. Skráin verður samansett soleiðis, at øll kunnu vera við, sigur Eyðun Berg.

 

Á einum toymismenningardegi samstarva bólkar um at loysa ymiskar praktiskar og logiskar uppgávur – samansettar við avbjóðingum og upplivingum.

 

##med2##

 

Eitt tiltak kann taka støði í einum ávísum tema, t.d. virðisgrundarlagnum í fyritøkuni, visjón og missión ella trygd.

 

Framferðin er grundleggjandi í hesum viðurskiftum. At arbeiða við einum ávísum máli gjøgnum praktiskar venjingar vísir seg at seta seg fast í minnið.

 

Vitja okkum á NAX á www.nax.fo

 

##med3##

 

 

 

Samstarvsmenning