Sverri leggur árarnar inn eftir vónbrotið í nátt

Hetta var tað skotið, hann hevði í byrsuni, og tí gevst hann eftir vónbrotið í Tokyo

Føroyski ol-rógvarin, Sverri Nielsen, ætlar sær nú at gevast at rógva. Tað sigur hann við Ritzau eftir vónbrotið í nátt, har hann var 0,15 sekund frá einum bronsuheiðursmerki í ol-finaluni í Tokyo í nátt.

 

Og hann er knústur, nú hann kanska eisini oyðilegði ólavsøkuna hjá øllum teimum, sum fylgdu við í sjónvarpið. Túsundtals føroyingar.... eg royndi at lata vera við at hugsa um, at tað vóru so nógv, sum fylgdu við. Tað hevur rættiliga stóran týdning fyri meg, men eg vóni, at tey eru errin av tí, eg havi avrikað, sigur hann rættiliga kensluborin, við Ritzau.

 

Eg gjørdi tað, eg kundi og eg eri takksamur fyri, at so nógv hava fylgt við, leggur hann afturat. Men hann ger eisini greitt, at hetta var allarhelst endin á yrkisleið hansara sum rógvari, har hann hevur vunnið silvurmerki í HM og gull í EM, umframt eitt silvurheiðursmerki afturat í EM.

 

– Tað haldi eg. Eg skal ikki útihýsa at eg fái hug at rógva aftur um nøkur á, men eg var rættiliga greiður yvir, at hetta var tað síðsta frá mær, sigur hann við tíðindastovuna.  Eg haldi, at eg havi gjørt tað, eg kundi og eg eri ikki sinnaður at halda fram. Eg eri troyttur so hette er tann rætta avgerðin, leggur hann afturat.

 

Hann sigur, at hann hevði viljað, at endin varð øðrvísi, men at hann hevur gjørt, tað hann kundi. Men sum heild sigur hann, at dreymurin um at vera á toppinum, og at rógva ímóti teimum bestu, varð veruleiki. Nú er støðan sum hon er og tað er ikki meiri hjá mær at gera, sigur hann við Ritzau.