info
Ongi úrslit

Sverri Sandberg Nielsen fer aftur eftir OL heiðursmerki

Beint eftir skuffandi úrslitið í Tokyo ætlaði føroyski rógvarin Sverri Sandberg at gevast við rógvingini, men nú er hann aftur í bátinum.

Eirikur Lindenskov
26. september 2022 kl. 20:58

Eftir skuffandi úrslit við OL í Tokyo í fjør var rógvarin Sverri Sandberg Nielsen í iva um, hvørt hann skuldi halda fram við yrkisleiðini. Nú hevur hann tikið avgerð.
Við TV2 Sport sigur hann, at hann stillar upp undir donskum flaggi, at hann aftur hevur tikið ár í hond og miðar eftir OL í París 2024.
– Eg fari ikki aftur fyri at hugna mær og fyri bara at vera við til eitt HM og eitt OL. Eg ætli mær aftur á sama støði, og eg vil fegin rógva um heiðursmerki, sigur hann.
Thor Juul Kristensen, sum er ítróttarstjóri í Dansk Forening for Rosport, er fegin um, at Sverri Sandberg Nielsen kemur aftur í landsliðsbólkin.
– Hann er ein viti, ein fyrimynd og ein sera dámligur. Hann fer uttan iva at geva hinum á liðnum nógv, sigur hann í tíðindaskrivi frá Team Danmark.
– Nú skulu vit hjálpa honum at fyrireika seg til OL í París, sum gevur honum allar bestu treytir fyri at vinna tann olympiska heiður, sum hann hevur uppiborið.
Tá vóru stórar heiðursmerkja vónir til Sverra Sandberg Nielsen, tá hann í fjør umboðaði Danmark í einkulskullara við OL í Tokyo.
Hann lá leingi til at fáa metal, men at enda var hann yvirhálaður, so tað endað við einum fjórða plássi. Hann var 15 hundraðpartar sekund frá bronsu.
Eftir finaluna boðaði hann frá, at hann gavst, men blotnaði seinni, tá hann hevði fingið vónbrotið aftur um seg.
Hann gjørdi greitt, at hann vildi sum tað minsta halda ein steðg í eitt ár frá rógving, so hann bæði sálarliga og kropsliga kundi koma fyri seg aftur. Og so fór hann at taka avgerðina.
Vónbrotið og niðurtúrur í Tokyo hevur hann tó ikki bast reiðiliga enn.
– Eg eri enn eitt sindur innibrendur og eitt sindur vónbrotin um, at eg ikki fekk heiðursmerki í Tokyo, tí eg haldi, at eg hevði góðar møguleikar til tess, sigur hann við TV 2 Sport.
28 ára gamli Sverri Sandberg Nielsen hevur millum annað vunnið HM gull og EM gull.
/ritzau/

 

Mest lisið hesa vikuna

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Fleiri tíðindi

Tíðindi

336 fólk vóru arbeiðsleys í august

35 minuttir síðan
Lesarabrøv

Víðgongdar hugsjónir polarisera politiska landslagið

1 tími síðan
Fótbóltur

Tað er bara eitt ivamál

1 tími síðan
Tíðindi

Tvær nýggjar skuldsetingar í Hagen-málinum

1 tími síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðið tíðindafund og venjing

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgtingsins mentanarnevnd á kunningarferð í Norðurnoregi

2 tímar síðan
Tíðindi

Trý fólk dripin í álopi á Kyiv

2 tímar síðan
Tíðindi

Kanna føroyska aldursváttan til sosialar miðlar

2 tímar síðan
Tíðindi

Bókaverk við søgum úr Suðuroynni sum eingin hevur hoyrt um áður

3 tímar síðan
Tíðindi

Fyrireikingar­ til nýggja ung­dóms­ráð­gev­ing ganga væl

4 tímar síðan
Tíðindi

Artur verður fíggjarleiðari

4 tímar síðan
Tíðindi

Hitt nýggja stjóran í Norðurlandahúsinum

5 tímar síðan