Bæði Thisted og AB taptu

Hørður H. Askham hava enn ikki tryggjað sær pláss í ovara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini

Bæði føroyingaliðini í triðbestu donsku fótbóltsdeildini vóru fyri tapi í dag.

 

Daniel Johansen (myndin) var við frá dystarbyrjan, og Heini Fossdalsá og John Frederiksen komu á vøllin seinastu 20 minuttirnar, tá teir og liðfelagarnir í Thisted taptu 0-3 fyri Middelfart á útivølli. Thisted var aftanfyri 0-2 í steðginum.

 

Thisted er aftast í deildini við 16 stigum, men teir hava bara tvey stig upp til fjórðaftasta liðið, Brabrand sum hevur 18 stig.

 

Hørður H. Askham var við frá byrjan tá hann og liðfelagarnir í AB taptu 0-1 fyri Fremad Amager á útivølli. Fremad Amager skoraði sigursmálið fýra minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. 

 

AB hevur 24 stig á sætta plássinum, og teir hava enn ikki tryggjað sær pláss í tí ovara endaspælinum, tí Skive er í hølunum á teimum við 23 stigum undan seinasta umfarinum í grundspælinum.

 

Komandi leygardag verður seinasta umfarið í grundspælinum leikt. AB kann við sigri á Middelfart á heimavølli tryggjað sær pláss í ovara endaspælinum. Sama dag tekur Thisted móti Fremad Amager á heimavølli.

 

Seks lið vera bæði í tí ovara og tí niðara grundspælinum, og spælast skulu 10 dystir.