info
Ongi úrslit

Tváttur – ein fjølbroytt fyritøka á Hjalla

- Við dugnaligum starvsfólkum og framkomnari tøkni kunnu vit tryggja, at allar vaskiuppgávur verða loystar á fullgóðan hátt og fyri kappingarføran prís, sigur Magnus Jørmundsson, virkisleiðari hjá Tvátti á Hjalla.

Vilmund Jacobsen
17. apríl 2024 kl. 16:59

Við skjótt 25 árum á baki kunnu vit staðfesta, at Tváttur er eitt reinsarí og vaskarí, ið er ein virkin viðleikari á fleiri økjum. Fyritøkan byrjaði sum ein kjallarafyritøka, ið miðsavnaði seg um at vaska arbeiðsklæðir hjá fiskavirkjum og smiðjum í heiminum hjá stovnarunum. 

Spola vit tíðina fram til dagin í dag, so hevur Tváttur veruliga megnað at flutt seg fram á leið. Fyritøkan hevur latið reinsarí og vaskarí upp á Hjalla 24 í Hoyvík og veitir nú fleiri ymiskar tænastur.

Vit: 
•    Leiga út seingjarklæðir
•    Leiga út dúkar og serviettar til veitslur
•    Reinsa klæðir: Alt frá gerandisklæðum, arbeiðsklæðum og klæðir til serlig høvi, sum til dømis brúðarkjólar og føroyska búnan
•    Vaska, strúka og stíva dúkar
•    Veita mottur til bæði vinnu og privat heim
•    Vaska dýnur, koddar og toppmadrassur
•    Og so hava vit eina “Heinta og veita” tænastu, har vit kunnu koma til dyrnar hjá viðskiftafólkum okkara at heinta skitin klæðir og veita rein.

Tváttur brúkar nýggjar og framkomnar Electrolux maskinur, sum umframt vanligt vask, eisini hava serstøk forrit til vátreins. Hetta er ein tøkni, ið Electrolux hevur ment, sum er so mikið mild fyri flestu pløgg, at Woolmark góðkennir vátreins sum serliga vælegnað til klæði við teirra merki.

Woolmark er góðskumerki fyri ullvørur, ið vanliga skulu vaskast við hond. 

Maskinurnar til vátreins brúka lítið vatn, og sápan er umhvørvisvinarlig. Hetta hevur týdning, tí Tváttur leggur stóran dent á at halda øll ásett umhvørviskrøv. 

- Við dugnaligum starvsfólkum og framkomnari tøkni kunnu vit tryggja, at allar vaskiuppgávur verða loystar á fullgóðan hátt fyri kappingarføran prís - uttan mun til, um talan er um veitingar til virkir, skip, stovnar ella privatar kundar, sigur Magnus Jørmundsson, virkisleiðari hjá Tvátti á Hjalla.

Sum sagt, er nógv hent hesi skjótt 25 árini, síðan Tváttur bleiv sett á stovn, og arbeitt verður støðugt við at menna fyritøkuna, vørur, tænastur og onnur konsept, ið leggja seg at virkseminum.

- Hevur tú áhuga í at vita meir um okkum, ynskir tú onkra ráðgeving - ella ert tú bara áhugaður í einum práti ella skrivligum samskifti, so ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 30 85 85, [email protected] ella á facebook, leggur Magnus Jørmundsson aftrat.
 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

Í gjár kl. 12:21

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

Í gjár kl. 11:38

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

European Cup: mótstøðuliðini hjá H71, VÍF og Neistanum eru funnin

7 minuttir síðan
Tíðindi

Eitt sindur av hvørjum

23 minuttir síðan
Tíðindi

Máldur at koyra 133 km um tíman

57 minuttir síðan
Tíðindi

Oyðilegði tríggjar ølkranar í Glitnir

1 tími síðan
Tíðindi

Tikin á flog­vølli­num við fleiri kilo av hassji

2 tímar síðan
Tíðindi

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir í hálvt ár

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Hevur USA rurað Evropa í svøvn?

3 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Bjarna skjóta góð mál móti Tatabanya (European League)

4 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj hittir Burnham í London mikudagin

8 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Viking Stavanger framdi stórt bragd móti Bayern München

11 tímar síðan
Tíðindi

John í Skemmuni talar í Betesda mikukvøldið

11 tímar síðan
Tíðindi

Átta frysti­línu­skip fiska í før­oysk­um sjógvi

11 tímar síðan