Vánaligt føroyingakvøld i bestu donsku hondbóltsdeildini

Liðini hjá Súnu K. Hansen, Lív S. Poulsen Rakul Wardum og Pernille Brandenborg taptu, og Annika Fríðheim Petersen var ikki við hópinum hjá Nykøbing Falster

Hetta gjørdist ikki eitt gott kvøld hjá føroyingaliðunum í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti.

 

Liðið hjá Súnu K. Hansen, Rakul Wardum og Lív S. Poulsen, Ajax tapti greitt á útivølli 21-28 fyri Viborg. Í steðginum var Viborg á odda 17-11.

 

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum bjargaði fimm av 16 málroyndum tann partin av dystinum hon vardi málið hjá Ajax. Súna skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál, meðan Lív ikki var millum málskjúttarnar hjá Ajax hesaferð.

 

Føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg skoraði tvey mál tá lið hennara, Keypmannahavn tapti stórt 24-38 fyri Odense á heimavølli. Odense var á odda 20-13 í steðginum.

 

Hin føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen slapp als ikki upp í part, tá Nykøbing Falster á útivølli vann 33-28 (16-13) á Ringkøbing. Cecilie Greve og Louise Egestorp vardu málið hjá Nykøbing Falster í kvøld.

 

Nykøbing Falster er nummar fýra í deildini við 20 stigum, fimm stig aftanfyri oddaliðið, Odense. Keypmannahavn er nummar fimm við 18 stigum, og Ajax er triðaftast við bert sjey stigum.