Tíðindaskriv:
Arbeitt verður saman við uttanhýsis trygdarserfrøðingum at kanna og tryggja skipanirnar. Tilburðurin er fráboðaður viðkomandi myndugleikum.
Fyribils kanningar benda á, at óviðkomandi hava fingið atgongd til ávísar brúkaraupplýsingar. Einki bendir í løtuni á, at teir hava fingið atgongd til aðrar upplýsingar.
Hendingin hevur við sær órógv í arbeiðsgongdum, serliga í Skotlandi.
– Vit vóna, at alt koyrir nærum sum vanligt aftur innan nakrar dagar. Trygdin hevur tó fremstu raðfesting, og kanningararbeiðið kann taka longri tíð.
Vit takka starvsfólkum og samstarvsfeløgum fyri innsatsin og tolið, sigur Regin Jacobsen, forstjóri. Bakkafrost fer at kunna nærri, tá nýggjar viðkomandi upplýsingar fyriliggja.